Men nú vísur kanningin, ið var framd á Uppsala Universiteti, at vandin at fáa hjartasjúku er dupult so stórur hjá einum yvirvektigum fólki, sum hann er hjá einum klænum. Fyri ein feitan persón, sum hevur ov høgt blóðtrýst, blóðsukur og kolesterol, er vandin 2,5 ferðir hægri enn hjá einum klænum við hesum metabolisku tingum í lagi.
Kanningin er framd á 1.800 yvirvektigum monnum, í heili 30 ár.
Kelda: Dagens Nyheter










