10276 amerikanskar, kvinnur og menn, luttóku í kanningini, ið byrjaði í 1964 og kom á mál í 2003. Luttakararnir vóru til læknakanningar og t.d. bleiv blóðroynd tikin.
Úrslitið vísti, at miðalaldrandi fólk ið eru feit, eru í 74 prosent størri vanda fyri at fáa demens, og feit fólk í 40-45 ára aldri eru í 35 prosent størri vanda at fáa demens enn fólk við vanligari vekt.
Aðrar kanningar vísa, at samband er ímillum lívsstíl og demens, men Dag Årsland, frá universtetssjúkrahúsinum í Stavanger, ásannar tó, at nógvir aðrir faktorar eisini kunnu spæla inn.
Kelda: Den Norske Lægeforening