- Tað er altíð keðiligt, tá onkur má fara, men soleiðis eru treytirnar, og eg eri klárur at fara til verka, sigur Jacob Vestergaard, sum klokkan 10 í morgun verður innsettur sum nýggjur fiskimálaráðharri.
Men tað er heldur ikki, sum verður Jacob Vestergaard tveittur í eldin, tí hóast tað útvið eitt ár, síðani Fólkaflokkurin fór úr ABC samgonguni, og Johan Dahl og nú Jákup Mikkelsen hava røkt starvið, hevur hann havt fingurin á pulsinum alla tíðina.
- Sjálvt um tað hevur ljóðað í fjølmiðlunum, at Fólkaflokkurin mest sum hevði mist alt tamarhald á fiskivinnupolitikkinum, so er tað ikki so. Jákup Mikkelsen hevur ført fiskivinnupolitikk floksins alla tíðina, og hann hevur sett fleiri ting í gongd, sum eg nú skal føra víðari, sigur Jacob Vestergaard.
Eitt av tí fyrsta, sum Jacob Vestergaard skal taka støðu til, nú hann tekur við sum fiskimálaráðharri klokkan 10, er spurningurin um makrelin.
- Sendinevndin er uppi í Íslandi og samráðist við Ísland, Noreg og ES, men eg havi ikki verið í samband við tey. Eg verið jú ikki alment fiskimálaráðharri fyrr enn klokkan 10, so tað verður ikki fyrr enn eftir tað, sigur Jacob Vestergaard.










