Fiskurin úti fyri Fukushima geislavirkin

Nýggjar kanningar vísa, at tað er framvegis nógv geislavirkið evni í fiski, sum heldur til nærhendis japanska Fukushima-kjarnorkuverkinum, sum fór illa av jarðskjálvta og flóðaldu í mars í fjør. Kanningarnar vísa eisini, at tað geislavirkna evnið er næstan einki minkað, og serfrøðingar bera ótta fyri, at tað kunnu ganga fleiri árstíggju, áðrenn alt er farið úr fiskinum.

Granskarar siga, at annaðhvørt kemur tann geislavirkna ávirkanin upp av havbotninum, ella lekur verkið framvegis. Hetta seinna er ikki óhugsandi, tí tey, sum vara av verkinum, hava sagt, at enn eru ikki allar sprungurnar í verkinum tettar.

Myndugleikarnir í Japan hava sett fiskimonnum og øðrum forboð fyri at selja fisk, sum er veiddur nærhendis Fukushima.