Fiskurin er rak og prísirnir eru lágir

- Hetta er tann tíðin, tá ið fiskurin plagar at vera rak, men eg haldi, at hann er verri fyri, enn hann plagar. Sjálvt hýsan, sum plagar at vera í hampiliga góðum standi, er rak. Úrtøkan úr fiskinum er tí sum heild lítil, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari

Fiskivinna

Mánamorgunin landaðu partrolararnir, Safir og Smaragd, eini 170.000-180.000 pund á Fiskavirking í Saltangará. Av veiðini var 110.000-120.000 pund upsi. Restin var hýsa, longa og toskur.
Í dag landa Jaspis og Ametyst í Saltangará, men tá ið vit frættu í gjár, var ikki greitt, hvussu nógv skipini hava inni.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at minni er komið uppá land av fiski seinastu tíðina, enn vanligt hevur verið seinastu árini.
- Í síðstu viku arbeiddu vit bert mánadagin og hálvan fríggjadagin. Men hesa vikuna sær betur út, nú tvey skip longu hava landað, og tvey eru á veg. Hetta gevur arbeiði á virkinum til einar fýra dagar, sigur hann.
Virkisleiðarin vísir á, at nú upsaprísurin er so lágur, royna trolararnir at fáa onnur fiskasløg eisini, og tað minkar um nøgdina av upsa.

Fiskurin rak

Jason sigur, at upsin er ógvuliga smáur, og sum heild er fiskurin ? og ikki bara upsin ? rak.
- Hetta er tann tíðin, tá ið fiskurin plagar at vera rak, men eg haldi, at hann er verri fyri nú, enn hann plagar. Sjálvt hýsan, sum plagar at vera í hampiliga góðum standi, er rak. Úrtøkan úr fiskinum er tí sum heild lítil.
Fiskavirking í Saltangará keypir bara upsan frá trolarunum. Hin fiskin, sum skipini hava, keypa onnur virkir.

Lágur prísur

Virkisleiðarin vísir á, at upsaprísurin er framvegis líka lágur, og miðalprísurin á upsa liggur neyvan omanfyri 3,25 kr. fyri kilo ? um hann yvirhøvur er so frægur, tá ið saman um kemur.
Sum skilst, er ein orsøkin til lága upsaprísin, at fiskurin er so smáur. Tann størri fiskurin, sum lítið og einki er til av, hevur ein betri prís, men tá ið hesin fiskurin ikki er uppi í veiðini, nyttar lítið.

Minni fiskur

Jason Johannesen sigur, at minni fiskur er komin uppá land í vár enn vanligt seinnu árini.
- Orsøkin er helst hon, at trolararnir eisini royna at fáa onnur fiskasløg, soleiðis at miðalprísurin fyri lastina kvinkar eitt sindur uppeftir, sigur hann.