Fiskurin er ov bleikur

Tað ber væl til at køla kongafiskin í tangum, men marknaðurin er kræsin.

Seinasta fríggjadag landaði "Fagraberg" góð 150 tons av kongafiski til Fiskavirking á Tvøroyri, men enn hevur reiðaríið ikki fingið at vita, hvat skipið fær fyri fiskin.

-Fiskurin er góður, og góðskan er í lagi, men kortini kunnu vit ikki siga nakað endaligt um hesa royndina enn, sigur John Nielsen, økisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy.

Hann sigur, at kongafiskurin, sum "Fagraberg" hevði, var smáur og væl smærri enn kongafiskurin, sum trolararnir landa undan Føroyum, og tí hevur virkið havt trupulleikar við at koyra fiskin ígjøgnum maskinurnar.

-Vit vita ikki tað endaliga úrslitið, fyrr enn alt er komið til høldar, sigur økisleiðarin.


Bliknar í tangunum

Annfinn Olsen, reiðari á "Fagrabergi", váttar, at reiðaríið veit framvegis ikki, hvat skipið fær fyri kongafiskin. Hann hevur fingið at vita, at fiskurin missir nakað av tí reyða litinum, meðan hann er í tangunum, so hann gerst heldur bleikari enn kongafiskur, sum er goymdur í ísi.

-Tað er óheppið, tí japanar eru sera kræsnir, tá tað kemur til litin. Teir vilja hava tann rætta reyða litin, og tí kann hendan vøran ikki seljast til Japan, sigur Annfinn Olsen.

Kortini hevur reiðaríið gjørt av at lata "Fagraberg" gera ein túr afturat í altjóða sjógvi norðuri millum Jan Mayen og Svalbard, men hesaferð er ætlanin at leggja ein part av veiðini upp í Kollafirði og at heilfrysta fiskin hjá Kollafjord Pelagic.

-Vit ætla at vita, um tað loysir seg betur, sigur Annfinn Olsen.

"Fagraberg" kom á fiskileið gjáranáttina. Teir royna við flótitroli, og tað vísti seg at rigga væl tann fyrra túrin. Tá fingu teir umleið 100 tons teir báðar seinastu dagarnar á túrinum.


Eisini á kongafisk

Í kvøld fer "Christian í Grótinum" eisini á kongafiskaveiði norðanfyri. Jón Rasmussen, skipari, sigur, at teir hava valt at bíða við at fara á makrel og fara tí at gera eina roynd eftir kongafiski fyrst.

"Christian í Grótinum" hevur eisini nakað eftir av sildakvotuni, og kanska taka teir tað samtíðis.