Fiskurin er ogn Føroya Fólks

Ein nýggjur fiskidagamarknaður skal hava sum endamál at umsita og umseta tilfeingi føroyinga

Undan seinasta løgtingsvali boðaði Javnaðarflokkurin frá, at fiskidagar og fiskirættindi eiga at verða umsitin og umsett í einari skipan, sum øll vinnufús hava atgongd til, sum tryggjar, at ein ávísur tilfeingiságóði kemur øllum føroyingum til góða, og sum tryggjar, at kostnaðurin av at fara undir vinnu gerst ódýrari.

 

Hetta er framvegis eitt høvuðssjónarmið Javnaðarfloksins, og sum eg fari at virka fyri, verði eg vald í Løgtingið.

 

Við at stovnseta ein Fiskidagamarknað, kunnu vit tryggja opinleika og dynamikk í vinnuni, umframt at vit kunnu útvega samfelagnum eitt størri búskaparligt avkast. Tryggja, at náttúruskapta ríkidømið verður umsitið sum ogn Føroya Fólks, samstundis sum handilsligar og vinnuligar treytir verða galdandi. Á henda hátt ber eisini til at fyribyrgja, at peningalig spekulatión kemur í fiskirættindini.

 

Finnast má sjálvsagt fram til eina hóskandi umskiftisfarleið, soleiðis at fólk, ið hava handlað í góðari trúgv og út frá galdandi lóggávu, ikki verða verri stillað.

 

Í Sosialinum í dag ber til at lesa, at tað var um reppið, at Javnaðarflokkurin tók undir við einum lógaruppskoti, sum hevði givið nøkrum ávísum borgarum óuppsigiligan rætt til alt fiskiríkidømið undir Føroyum. Tíbetur eydnaðist tað Javnaðarflokkinum at steðga hesari lógarbroyting á málstrikuni.

 

Men tað hevur í farna valskeiði ikki eydnast at fáa semju millum samgonguflokkarnar um eina skipan, ið tryggjar, at fiskiríkidømið verður umsitið sum ogn Føroya fólks.

 

Onkur skal fíggja millumrokningina

At eisini tey, sum starvast í vinnuni, eru farin at kenna sviðan av órættvísu skipanini, kom fram, tá ið Skipara- og Navigatørfelagið herfyri alment boðaði frá, at manningafeløgini ikki longur kunnu liva við, at fiskirættindi og fiskidagar verða keypt og seld fyri so ovurhonds stórar upphæddir. Onkur skal fíggja hesa millumrokning.

 

Tað verða manningarnar, sum í seinasta enda koma at rinda fyri, at rættindi til at fiska verða so himmalrópandi dýr. Í løtuni er flotin verkfalsraktur allur sum hann er. Ein av orsøkunum er, at reiðaríini vilja hava manningarnar at rinda ein part av øktu rakstrarútreiðslunum, í hesum føri fyri oljuútreiðslur. Men hvat verður tað næsta – og er tað kanska í veruleikanum orsakað av dýru fiskirættindunum, at oljan virkar sum steinur oman á byrðu?

 

Vinnupolitiskt er avgerðandi at fáa loyst hetta mál.