Hetta er ein hon-fiskur, og tá ið granskarar kannaðu hann innvortis, funnu teir út av, at í eggjastokkunum var fult av óføddum yngli, sigur Paul Spenser, granskari Í síðsta mánaði fingu fiskimenn í Alaska ein elligamlan fisk á dekkið. Fiskurin, sum á latínskum verður róptur ?sebastes borealis?, var 1,12 metrar langur og vigaði 54 pund. Hann varð fingin á 640 metra dýpi.
Granskarar við vísindastovnin fyri fiskivinnu í Alaska (AFSC) hava kannað fiskin, og staðfest er, at hann er millum 90 og 157 ára gamal.
Hetta var ein hon-fiskur, og tá teir kannaðu hann innvortis, funnu granskararnir út av, at í eggjastokkunum var fult av óføddum yngli, sigur Paul Spenser við tíðindastovuna AP.
Tá vit á Portalinum sóu hendan stóra reydliga fiskin á heimasíðuni hjá Dagbladet.no, hildu vit við fyrsta eygnabráð, at talan var um búrfisk, sum føroyingar í ávísum tíðarskeiðum hava veitt í stórum nøgdum.
Men latínsku nøvnini eru ikki tey somu, og tískil eru fiskarnir tað heldur ikki.
Búrfiskur eitur ?hoplostethus atlanticus? og elligamli fiskurin, sum teir fingu í Alaska, eitur sum áður nevnt á latínskum ?sebastes borealis?.
Á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni siga tey, at búrfiskur verður upp til 75 sentimetrar langur, og livir á dýpum millum 200 og 1700 metrar, kanska djúpari.