- Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at fiskurin nú fer at koma aftur. Fiskurin er komin aftur, og tað er ein rúgva av fiski á landgrunninum.
Tað sigur Osmund Justinussen, sum saman við øðrum eigur trolbátarnar, Jens Leon, Sigatind, Búgvan og Birting.
Tá sonevndi i-kassin norðan fyri, sum hevur verið gýtingarfriðaður, læt upp aftur herfyri, høvdu trolbátarnir slíkan rokfiskiskap á leiðini, sum menn ongantíð áður hava sæð.
Fiskiskapurin hjá trolbátunum hevur annars verið óføra góður í vár, og nú hesin kassin læt upp aftur, vóru menn serliga spentir eftir at vita, hvussu fiskiskapurin fór at roynast.
Og tað var ikki smávegis, sum her var bæði nógvur, stórur og góður toskur at fáa.
Osmund Justinussen, sum hevur verið virkin í føroyskari fiskivinnu í meira enn 45 ár, sigur, at hann ongantíð áður hevur hoyrt um eitt so gott samdøgur til fiskiskap.
- Eftir bert 20-35 tímum á feltinum høvdu allir bátarnir hjá okkum, Jens Leon, Sigatindur og Búgvin, fingið uppí, og tað høvdu aðrir trolbátar, sum royndu í i-kassanum, eisini.
Í eina tíð hevur verið sagt, at náttúran í havinum er við okkum, og tí er væntandi, at fiskurin - ikki minst hýsa og toskur - fara at koma aftur.
Men, her endurtekur Osmund Justinussen, at fiskurin er komin aftur, og at nógvur fiskur er á landgrunninum.
- Trolbátarnir hava fingið nógvan fisk, og várið hevur eisini roynst væl hjá snellubátunum norðanfyri.
Osmund Justinussen sigur, at útróðrarbátar við línu kanska ikki hava merkt so stóran bata, men tað er heldur ikki ókent í einari tíð, tá fiskurin annars hevur nógv at eta.