Tað er niðurstøðan í gransking, sum Marin Strøm og onnur hava staðið fyri.
Í hesum sambandi hava hon og hinir granskararnir nú givið út tvær greinar um sambandið ímillum fiskaføði og hjartasjúkur hjá yngri kvinnum. Onnur greinin er í høgt metta tíðarritinum, Hypertension, og hin er í tíðarritinum PLoS ONE, sigur heimasíðan hjá gransking.fo
Granskararnir hava í tveimum umførum kannað kostin hjá barnakonum undir barnsburði og síðani fylgt hesum kvinnum í fleiri ár fyri at kanna páhaldið um, at fiskalýsi skal verja móti hjartasjúkum.
Í fyrru kanningini kannaðu tey 8000 barnakonur úr Aarhus, ið vóru spurdar um kost og sum síðani vórðu eygleiddar í 5 ár við atliti at hjartasjúku.
Her var niðurstøðan, at tað ikki bar til at staðfesta at størri fiskaføði minkar um vandan fyri hjartasjúku.
- Hetta var møguliga tí at tilfarið var ov lítið til at kanna eina sjúku, ið hóast alt er sjáldsom millum yngri kvinnur.
Tískil varð farið undir eina aðra kanning, sum fevndi um fleiri enn 100.000 barnsburðir.
Úrslitini var, týðiligt samband er ímillum fiskaføði og hjartasjúkur við tað, at tær kvinnur, ið ikki høvdu etið fisk, høvdu 50-300% størri vanda fyri at fáa hjartasjúku.
Greinarnar í báðum tíðarritunum eru partur í Ph.D.verkætlanini hjá Marini Strøm, sum m.a. varð stuðlað úr Granskingargrunninum.
Marin Strøm, sum er MSc og Ph.D í fólkaheilsu, er granskari hjá granskingarsentrinum Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður F. Olsen er leiðari fyri.