Fiskur og undirhald í Klaksvík

Hav og fiskur er reyði tráðurin á fjølbroyttu Torradøgunum í Klaksvík, sum fara av bakkastokki í komandi viku


Aftur í ár skipa klaksvíkingar fyri Torradøgum, har ymiskt, ið hevur við hav og fisk at gera, verður á skránni. Norrøna hugtakið ’Þorri’ sipar nevniliga til tíðina, har fiskurin kemur inn aftur á grunnarnar at gýta og er serliga góður og feitur.

Ásannandi, at hendan tíðin eisini kann tykjast eitt sindur myrk og long, hava fyrireikararnir eisini sett ymiskt annað unirhald á skránna í Torravikuni 18. til 24. februar. 



Veður og vindur

Við støði í nógva kjakinum um veðurlagsbroytingar, fer Bogi Hansen at greiða frá, hvussu hesar vísa seg og hvørjar avleiðingar tær kunnu hava, um vit ikki minka um CO2 útlátið. Fyrilesturin hjá Boga Hansen verður á Klaksvíkar Bókasavni týskvøldi í Torravikuni.

Veðurfrøðingin, Alex Rasmussen kenna tey flestu frá morgunsendingunum í útvarpinum. Nú fáa vit eisini høvi at hoyra veðurfrøðingin greiða frá, hvussu veðurforsøgnir verða gjørdar, og hvat DMI annars tekst við. Fyrilesturin hjá Alex Rasmussen verður í Atlantis leygardagin 23. februar. 



Hav og fiskur

Mikukvøldið 20. februar fer Hjalti í Jákupsstovu at greiða frá fyrimunum og vansum við fiskidagaskipanini. Síðani skipanin við fiskidøgum kom, hevur veiðitrýstið, serliga eftir toski, verið størri enn upprunaliga ætlað. Hjalti í Jákupsstovu dylur ikki yvir, at veiðitrýstið ikki hevur verið burðardygt eftir hansara tykki. Fleiri eldri skip eru skift út við nýgg og loyvir eru flutt millum veiðibólkar. Sambært fyrilestrahaldaranum er hetta hent, uttan at neyðug vitan hevur verið um, hvussu hetta ávirkar veiðitrýstið.

Í fyrilestri hóskvøldið 21. februar setur Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur, spurnartekin við, hvussu reint havið kring Føroyar í grundini er. Okkum dáma at reypa um, at vit hava heimsins reinasta hav, men hvat hendir við ruskinum, ið endar á sjónum?

Til at svara hesum spurningi, verða úrslit frá magakanningum av havhesti lýst. Eisini greiðir Jóhannis Danielsen frá, hvørja ávirkan, rusk, ið endar á sjónum, kann hava fyri havdjór og sjófugl.



Stormsúpan

Alla Torravikuna verður serlig fiskamatskrá at velja millum hjá Jórun í Klingrugarði.

À posthúsinum verður serlig framsýning í sambandi við at 100 ára Klaksvíksfrímerki hjá Edwardi Fuglø verður víst fram.

Sum altíð, tá okkurt serligt er á skránni í Klaksvík, er opið skip umborð á Draganum. Hesuferð fer onkur av manningini at greiða frá ”Hvat og hvussu næmingarnir læra sjómansskap umborð”. Leygardagin fer kokkurin umborð á Draganum at bjóða sína serligu ”Stormsúpan”, við øllum tí besta úr havinum.

Mett og væl sett fáa fólk høvið at fáa sær ein ’swing-om’ á Torradiskoteki leygarkvøldið. 


Endaliga skráin fyri Torravikuna verður at síggja á www.klaksvik.fo seinni hesa vikuna.