Fiskivinnuting í Norðurlandahúsinum

Í dag skipar Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri fiskivinnutingi í Norðurlandshúsinum. Evnið verður verður fiskaflutningur, sum nøkur halda kundi verið betri

Evnið á ráðstevnuni verður flutningur sjóvegis og loftvegis, og spurningur verður settur, um vit kunnu fáa meira burturúr við at menna flutningskervið.

Føroya Ráfiskakeyparafelag sigur, at "røddir hava verið frammi um, at flutningurin úr Føroyum, sum hesin er skipaður í løtuni, avmarkar víðari menning av vinnuni. Tí hevur Føroya Ráfiskakeyparafelag tikið stig til fiskivinnutingið, sum er ætlað at verða íblástur hjá teimum, sum fáast við flutning í Føroyum í dag".

Tingið er fyrst og fremst ætlað fiski- og alivinnuni. Umboð fyri veiðuliðið, framleiðarar og útflytarar eru við á tinginum, og sjálvandi eru flutningsfeløgini eisini við á tinginum. Almenna umsitingin, sum í hesum føri er Vinnumálastýrið og Fiskimálastýrið, verður umboðað á ráðstevnuni. Skúlaflokkar hava víst tiltakinum áhuga, og næmingar og lærarar frá Fiskivinnuskúlanum og Handilsskúlanum verða millum luttakararnar.