Fiskivinnutiltak í Keypmannahavn

Í annaðkvøld skipar MFS fyri fiskivinnutiltakið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Í kjalavørinum av, at fiskivinnunýskipanarbólkurin hevur lagt álit um eina nýggja fiskivinnuskipan fyri Føroyar, skipar MFS fyri einum kunnandi og spennandi tiltakið hóskvøldið 27 oktober í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Endamálið við tiltakinum er at geva innlit í føroysku fiskivinnuna umframt at viðgera uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan.

 

Byrjað verður við kunnandi framløgu, har Malan á Dunga, búskaparfrøðingur, kemur at greiða frá søguni handan fiskuvinnuna - hvussu fiskivinnan virkar og hví vit hava brúk fyri eini fiskivinnuskipan. Hvørjar skipanir vit hava í dag og hvat nýggja álitið leggur upp til.

 

Eftir hetta verður pallborðkjak við serfrøðingum á skránni, har kjakast verður um nýggja tilmælið við fokus á burðardygd og fólksins ogn.

 

Tey sum koma at kjakast vera: Høgni Hoydal, fiskivinnumálaráðharri, Magni Laksafoss, løgtingslimur, Anfinn Olsen, reiðari og formaður í reiðarafelagnum, Eydna í Homrum, lívfrøðingur og umboð fyri Havstovuna, og Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur


Skráin fyri tiltakið.
kl. 19.00 Dyrnar lata upp
kl. 19.30 Bjóðað verður vælkomið
kl. 19.35 Malan á Dunga heldur framløgu
kl. 20.00 Steðgur
kl. 20.15 Pallborðskjak

 

Tiltakið er ókeypis.