Sjúrður Skaale
----
Eitt uppskot liggur í tinginum skal tryggja, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar samsvarandi teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tankin við uppskotinum er fínur, tí, sum sagt verður, so er vandi fyri, at støðugt størri partur av manningunum ikki verður løntur sambært føroyskum sáttmála.
Sonevnd "sosial dumping" er ein vaksandi trupulleiki í vesturheiminum, og tí eiga eisini vit at ansa eftir.
Men í fiskivinnuni starvast onnur enn tey, sum eru dekkarar umborð á skipunum.
Útlendingar við føroyingum
Tað serliga eitt ávíst felag - Thor - sum er komið í andglettin farnu vikurnar fyri at hava útlendingar umborð.
Men kjakið er dømi um, at bert ein partur (og kanska ikki tann týdningarmesti) verður tikin fram. Tí tað, at útlendingar lutvíst manna skipini, er altso ikki øll myndin.
Eg kenni ikki alt til hetta felag, men eg tosi ofta við menn sum sum starvast hjá Thor, tá eg flúgvi millum Føroyar og Danmark.
Og tað eg veit, er Thor føroysk ogn.
Leiðslan er føroysk.
Fíggingin er føroysk.
Grannskoðanin er føroysk.
Yvirskotið er føroyskt.
Skatturin er føroyskur.
Felagið keypir ógvuliga nógvar vørur og tænastur frá føroyskum veitarum.
Hóast felagið - sum arbeiðir um allan heimin - hevur nógvar útlendingar í starvi, so fáa altso eisini einir 200 føroyingar sína løn frá felagnum. Og teir eru bæði á sjógvi og landi.
Um eingir útlendingar sigldu við skipunum hjá Thor, so høvdu føroyingarnir helst eisini verið fáir.
Felagið telist ikki millum tey, sum hava verið mest lívgað av politiska myndugleikanum, tá tað snýr seg um at fáa atgongd til "ogn Føroya fólks" - men felagið hevur sjálvt vunnið Føroyum nýggj fiskirættindi á fjarskotnum leiðum.
Og manningin, sum ikki fær "føroyska" løn, fær altso kortini góða løn sæð í mun til lønarstøðið í teimum londum, haðani hon er.
Føroyingar við útlendingum
Viðvíkjandi onkrum av teimum feløgum, har manningin verður lønt sambært føroyskum sáttmálum, ber kanska til at spyrja, um feløgini sjálv eru føroysk.
Eru tey "vitanartungu" størvini føroysk? Hvussu við leiðsluni? Hvussu við fíggingini? Grannskoðanini? Hvar endar yvirskotið? Og skatturin?
Um dekkararnir verða løntir sambært føroyskum sáttmála, er ikki tað einasta, sum hevur týdning.
Kjakið sum hevur tikið seg upp er neyðugt - men kanska tað er í so avmarkað.
Vitanartung størv
Tá vit seta feløgum, sum virka í Føroyum, treytir, so mugu vit ansa eftir, hvønn tað er, sum vit avmarka. Vit skulu helst ikki skerja møguleikarnar hjá føroyskum feløgum, samstundis sum vit verja feløg, sum kanska í veruleikanum eru útlendsk.
Skulu vit hava fleiri "vitanartung" størv í Føroyum mugu vit ikki smíða lógirnar soleiðis, at vit enda sum veitarar av starvsfólki til útlendsk feløg.