Fiskivinnuskúrar í Vestmanna

Fiskivinnuskúlin i Vestmanna hevur kroniskar hølistrupulleikar. Pínan verður doyvd við fyribilsloysnum soleiðis her og har, og tann seinasta av slagnum tykist fara at vera, at fýra arbeiðsskúrar, sum hava staðið uttan fyri tunnilsmunnan í Leynum, enda í túninum hjá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Grannunum dámar einki hesa ætlanina

Skúlabygging


Nú verður partur av hølistrupulleikunum hjá Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna ætlandi fyribils loystur við at flyta fýra arbeiðsskúrar úr Leynum og seta teir í túni hja Fiskivinnuskúlanum. Grannunum hjá skúlanum dámar einki hesa loysnina.
Tá skúlaárið byrjar aftur, fara 17 nýggir næmingar at byrja á Fiskivinnuskúlanum. Samstundis fara eisini einir seks- sjey lærlingar frá flakavirkjum og alivinnuni at byrja skúlagongd í Vestmanna, sigur Jákup Andreasen, stjóri á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Men har er, sum fyrr hevur verið, ov lítið pláss frammaundan, og tað verður ikki betri við fleiri næmingum. Nógvar royndir hava verið gjørdar at loysa hendan trupulleikan, men einki hevur enn borið til.
Nú hevur Mentamálaráðið fingið loyvi frá Vestmanna Kommunu at byggja tvær skúlastovur í túninum uttan fyri Fiskivinnuskúlan. Talan er um ein leysan bygning, sum gerast skal eftir viðlagdari tekning, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna.
Men trupulleikin tykist vera, at um ætlanin verður til nakað, verður bygt eitt sindur øðrvísi, tí fýra skúrar skulu flytast úr Leynum til Vestmanna, og tað hevur Vestmanna Kommuna ikki givið loyvi til, sigur borgarstjórin.
Jákup Andreasen, skúlastjóri, sigur, at hann hevur biðið um 70 fermetrar av skúlastovu, og at tað svarar til eina fýra av hesum arbeiðsskúrunum, sum standa í Leynum. Hann er annars einki fyri at siga nakað annað um málið í løtuni, men vísir til Mentamálaráðið og Vestmanna Kommunu.
Á Mentamálaráðnum umsitir Hans Andrias Dam Joensen málið, men hann eydnaðist ikki at fáa orð á, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Grannarnir hjá Fiskivinnuskúlanum eru einki fegnir um ta fyribilsloysn, sum tykist standa fyri.
Ein teirra, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at verður hetta við arbeiðsskúrunum í Leynum veruleiki, fer at tað bera í sær, at í fyrsta lagi skal ruddast burtur av trøum og øðrum vøkstri í garðinm við skúlan, eins og stórur partur av parkeringsplássinum eisini má víkja. Tað fer so væl at merkja, at teir bilar, sum har hava verið, mugu aðrastani. Og hvar tað er, ber til at ímynda sær.
Hesin grannin heldur tað vera løgið at fremja beinleiðsi vandalismu móti umhvørvinum har, tá tað bara eitt hanagleiv niðari liggja í túsundvís av fermetrum berir, sum saktans kundi verið bygt á. Han vísir tá til økið við ferjuleguna, har nógvir fiskivinnuskúlar kundu verið.
Men sum skilst á øllum pørtum, vit hava tosað við, ivast tey kortini eitt sindur í, um hetta verður til nakað. Tí eitt eru ætlanir, men eitt annað er fígging.
Peningur er settur av til bygging av nýggjum fiskivinnuskúla. Part av hesum peningi ynskir Mentamálaráðið at fáa fluttan til hesa fyribilsloysnina, skilst. Men har hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum sagt kortanei.
So í Vestmanna hugsa tey bara, at hetta eins og annað, sum hevur við Fiskivinnuskúlan at gera, kanska verður eitt sindur ræst, áðrenn liðugt er.