Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er ein alternativ miðnámsútbúgving, ið gevur atgongd til víðari lesnað.
Útbúgvingin gevur eitt HIF prógv, sum kann sammetast við HH og HT. Tað er ein sonevnd yrkis-gymnasial útbúgving. Samstundis sum hon er vinnulísrættað er hon eisini lestrarfyrreikandi.
Prógvið gevur sostatt førleikar til bæði vinnulívsarbeiði og hægri lestur.
Undirvísingin er skipað soleiðis, at fyrsta árið er eitt støðisár og síðani eru tvey ár við bæði vallærugreinum og kravdum lærugreinum. Bæði yrkislærugreinum, men eisini vanligu gymnasialu lærugreinunum.
Hóast mong halda tað, so snýr Fiskivinnuskúlin seg ikki bert um fiskivinnu, men um vinnu og tilfeingi sum heild. Dentur verður serliga lagdur á matvørður, íverksetan og verkætlanararbeiði.
Fiskivinnuskúlin tekur ein flokk inn árliga, eftir summarferiuna. Tað vil siga, at umleið 22 næmingar byrja hvørt summar.
Í februar flytir skúlin í nýggj høli á bryggjuni í Vestmanna.