Heitt evni! Men týdningarmikið fyri samfelag okkara.
Tað eru øll samd um.
Politikarar hjá Fólkaflokkinum (ikki allir) royna at verja seg og flokkin við, at tað eru bara ávísir aktørar í landi okkara, sum duga at dríva fiskivinnu. Nevniliga teir, sum eiga tey bestu veiðutólini frammanundan. Men teimum er einki galið við. Teir virka bara undir verandi óskiljandi skipan.
Álvaratos! Hvat er hetta fyri tokutala? Hesir somu politikarar umboða so ikki allar reiðarar í landinum, og langt frá tí. Tað er heilt vist. Eg veit um nógvar skipareiðarar, sum hava somu meining um hetta, sum eg. Og eg umboði Javnaðarflokkin! So ansið tykkum í Fólkaflokkinum við slíkum tómum pástandum.
Vunnin rættindi eru gull verd. Ikki minst í hesum tíðum, har ovurstórar kvotur av uppsjóvarfiski, oftast fella til sera vælvirkandi reiðaríðir og skip. Tí tað eru tey veruliga. Vælrikin- og virkandi.
Hattin av fyri teimum!
Men at býta so ójavnt millum reiðarar og skip - og bara poltiskt - hoyrir ongastaðni heima. Og slettis ikki í Føroyum.
Partar av landinum, eru um at bløða út av hesum ultra høgravenda og skaðiliga politikki. Hvat er tá vunnið? Púrt einki - einkult! Samfelagið FØROYAR er stóri taparin.
Fasit er:
1. Eingir pengar til vælferð hjá teimum flestu
2. Stór skuld - hjá landshúsarhaldinum
3. Sera ónøgdir borgarar
Tað er tað vit hava í dag. Spyr bara meirilutan av Føroya fólki.
Kom lat okkum broyta samfelag og hugsunarhátt, og rætta øllum eina hond.
Eisini teimum sum í dag, líða undir tí órætti, at verða skýrdir "grádigir" reiðarar, og sum fáa alt forerandi frá Fólkaflokkinum.
Eg vil sum umboð fyri FØROYA FÓLK virka fyri, at øll fáa tað betur í Føroyum. Eisini á fiskivinnuøkinum.
Vilt tú?
Hilbert Elisson










