Heimaflotin líður undir einari tilfeingiskreppu, men orsøkin til ringu støðuna hjá heimaflotanum er ikki einans vantandi tilfeingi. Verður hugt at heimaflotanum, so hevur hesin í søguligum høpi ikki givið nakað avkast gjøgnum árini. Tað hava sjálvsagt verið tíðarskeið, har ávísir skipabólkar hava givið stórt avkast, men verða øll árini og allir skipabólkar lagdir saman, so hevur heimaflotin ikki givið avkast.
Tá so er, er okkurt ravruskandi galið! Ongin ivi er um, at okkara vinnulívs- og sjófólk eru rættiliga dugnalig. Eygað eigur tí heldur at verða vent móti teimum skipanum, sum vinnan virkar undir. Eru trupulleikar við skipanini, eigur politiski myndugleikin sjálvandi at gera neyðugar tillagingar og broytingar. Okkara heimafloti kann og skal gerast fíggjarliga burðardyggur.
Fiskaframleiðsla á sjógvi
Sum er, hevur fiskiflotin ikki møguleika at virka fiskin umborð. Talan er hvørki um eina tekniska forðing, ella tí tað ikki lønar seg. Orsøkin er heilt einfalt hon, at lóggávan forðar tí.
Varð fiskurin virkaður umborð, hevði tað sjálvsagti givið heimaflotanum nógv størri framleiðsluvirði og eisini økt munandi um møguleikaranar hjá flotanum at fingið eitt avkast á botnlinjuna.
Samstundis hevði hetta havt við sær, at samlaða útflutningsvirðið hjá húsarhaldinum Føroyar hevði hækkað munandi. Eftir verandi skipan er tað ofta so, at fiskurin ikki kemur í framleiðslu, fyrr enn hann er upp til tíggju dagar gamal. Talan er tí als ikki um feskan fisk. Kræsnu gómarnir á evropeiska meginlandinum vilja hava feskan fisk og rinda munandi meira fyri feskleikan. Tískil fara stór virði fyri bakka við verandi skipan.
Brúksskylda
Útsøgnir úr fíggjarheiminum boða frá, at áhugin fyri at gera íløgur í fiskivinnuna er nógv minkaður. Ein orsøk sigst vera, at heimaflotin er ov stórur, og fiskatilfeingið tí er ov smábýtt - ov lítið er til hvørt skipið. Tilmælið er tí, at flotin verður minkaður.
Seinastu árini hava fiskifrøðingar somuleiðis mett, at okkara heimafloti hevur verið ov stórur, og at veiðitrýstið á fiskastovnarnar tí hevur verið alt ov stórt.
Avleiðingin hevur verið, at fiskidagarnir hjá einstøku skipabólkunum hava verið skornir yvir ein kamb. Hetta uttan mun til um einstaka skipið hevur brúkt sínar dagar ella ikki.
Um vit skulu minka heimaflotan, og harvið eisini lækka veiðutrýstið á okkara fiskastovnar, kundi ein møguleiki verið at álagt vinnuni eina brúksskyldu. T.v.s. at um talan er um skip, sum als ikki ella bert í lítlan mun brúka sínar fiskidagar, so verða hesi fiskiloyvi inndrigin, soleiðis at hesi skip fara úr flotanum.
Hetta hevði ikki einans minkað um flotan soleiðis, at okkara heimafloti gjørdist fíggjarliga burðardyggur, men tað vildi eisini havt við sær, at tað í minni mun gerst neyðugt at skerja í fiskidøgunum hjá teimum skipum, sum veruliga stríðast fyri at skapa virði fyri samfelagið.
Ein brúksskylda hevði somuleiðis havt við sær, at ein partur av spekulatiónini, sum er farin fram í fiskivinnuni seinastu árini, hevði fallið burtur. Ein spekulatión, ið einans tænir teimum, sum ikki vísa áhuga fyri at reka fiskivinnu, men í staðin selja sínar dagar, sum tey fáa ókeypis frá landinum, beinleiðis víðari við vinningi fyri eyga. Ein vinnigur, sum verður goldin av teimum, sum dagliga berjast á sjónum til gagns fyri samfelagið.
Veit sjálvandi væl, at loyvi, sum ikki eru í nýtslu í dag, hvørki økja um flotan ella veiðutrýstið. Eitt er tó heilt víst, so skjótt fiskiskapurin tekur seg upp aftur, so vakna hesi loyvi úr dvala. Hetta fer at hava við sær, at flotin verður alt ov stórur og veiðutrýstið alt ov høgt. Tá verður helst aftur neyðugt hjá politiska myndugleikan at skerja fiskidagarnar hjá teimum, sum veruliga stríðast á sjónum fyri at skapa virði til samfelagið.
Kvotuhækkingin í Barentshavinum
Omanfyri nevndu broytingar vildu verið skilagóðar, og verða mettar neyðugar, um flotin í longdini skal hava møguleikan at gerast burðardyggur. Tann tilfeingiskreppan, sum heimaflotin líður undir í løtuni krevur tó, at flotin fær eina bráðfeingis hjálp. Eina bráðfeingis hjálp, sum kann bjarga flotanum fyribils.
Kvotan í Barentshavinum fyri 2009 er hækkað munandi. Tí vil eg fegin heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um fyribils at tilluta heimaflotanum kvotuhækkingina. Hetta varð roynt miðskeiðis í 90-árunum, tá heimaflotin eisini var í tilfeingiskreppu. Tað varð bjargingin hjá heimaflotanum.