Fiskivinnunýskipanin er ábyrgdarleys

10 fakfeløg heita á landsstýrið um at steðga á og útseta fiskivinnunýskipanina.

- Framtíðarútlitini hjá flotanum eru tískil sera óviss, eins og grundarlagið hjá vinnuni og tess arbeiðspláss eru í vanda... Tí er tað ábyrgdarleyst at halda áfram við eini so kollveltandi nýskipan, skriva fleiri fakfeløg í einum skrivi til landsstýrið.

 

 

Tað eru Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Handverkarafelag, Vestmanna Handverkarafelag, Vága Handverkarafelag, Norðstreymoyar Handverkarafelag, Nes Sóknar Handverkarafelag, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Arbeiðarafeløgini í Klaksvík og Føroya Reiðarafelag sum hava sent eitt opið bræv til landsstýrið, har tey staðiliga heita á tað, um at útseta fiskivinnunýskipanina.

 

 

Fyrst og fremst er tað uppboðssølan, sum órógvar fakfeløgini. 

 

- Hetta skapar ein sera stóran ótryggleika í føroysku fiskivinnuni og kann eisini hótta tey arbeiðspláss, sum hendan vinnan hevur skapt seinastu árini. Hetta kann eisini skapa ótrygg og óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, skriva tey í skrivinum.

 

- Samanumtikið er uppskotið sera ógreitt, ófullfíggjað og skapar eina stóra óvissu hjá feløgum og starvsfólki í fiskivinnuni. Tí er tað ábyrgdarleyst at halda áfram við eini so kollveltandi nýskipan.

 

 

Tey óttast, at fiskivinnunýskipanin verður skundað ígjøgnum, so at eingin veruliga kennir til avleiðingarnar av henni.

 

- [Vit] mæla enn einaferð til, at landsstýrið steðgar á og útsetir hesa tilgongdina, soleiðis at ein fiskivinnunýskipan kann fáa eina holla og virðiliga viðgerð og ikki skal skundast ígjøgnum løgtingið uttan at allir partar kenna avleiðingarnar av uppskotinum, skriva fakfeløgini.