Á kjakinum í kvøld í Klaksvík í samband við fiskivinnunýskipanina, var nógv tosa um atkomuligheitina í fiskivinnuna. Uppleggið var, at eitt argument fyri eini uppboðssøla í fiskivinnuni er, at tað gevur fleiri aktørum møguleika at koma inn í fiskivinnuna.
Fleiri av umboðunum, millum annað fyri trolbátar, útróðrarbátar og línuskip, søgdu, at tað var eingin áhugi fyri at koma inn. Heldur ikki í núverandi støðu, har tað var bæði bíligt og lætt í nógvum førum at koma inn.
Kristian Martin Rasmussen, ið umboðar felagið nótaskip, helt ikki at ein økt atkomuligheit var so neyðug.
Hann førdi fram, at teir sum eru í vinnu nú, klára at fiska tað kvotu, sum er útlutað. Um fleiri komu inn, so var einasta úrslit tað, at tað var minnið eftir til allar. Tað gav betur meining, sambært Kristian Martin Rasmussen, at hjálpa teimum pørtum av vinnuni, sum ikki kláraðu seg væl, við at geva teimum betri rættindi, til dømis í Íslandi, Norra og Grønlandi. Tað kundi gerast við at brúka ein størri part av uppsjóvarfiskinum í býti við botnfisk aðrastaðni. Hann vísti á, at tað kundi tó vísa seg at gerast ein avbjóðing, tí í núverandi løtu settu millum annað íslendarar og grønlendingar sína egnu kvotu í uppsjóvarkvotum og høvdu ikki fyri neyðini at fáa meir í býti. Um mann tó fekk teir innum felagsskapin í samráðingum, so var størri møguleiki at fáa teir inn í ein býtishandil.
Kristian Martin Petersen frá felagnum línuskip tók undir við Kristian Martin Rasmussen. Hann vísti á, at tað kundi løna seg væl at fiska í til dømis Íslandi. Kristian Martin Petersen er reiðari á línuskipinum Sandshavið, ið millum annað fiskar av kvotu í Íslandi. Hann helt, at ein størri innsatsur skuldi setast inn fyri at vinna rættindir aðrastaðni.
Les eisini: Fara fyrsta túr til Íslands í ár
Mortan Berjastein, ið umboðaði Fiskimannafelagið, segði, at politiska skipanin hevði ikki dugað nóg væl at samráðast um kvotur aðrastaðni. Hann nevndi dømi, at íslendarar koma til okkara at fiska í nógv størri mun enn vit fiska hjá teimum og at vit hava givið alt ov nógv frá okkum.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskvinnumálum, førdi fram, at sum er góvu vit nógv av uppsjóvarkvotu til millum annað russarar og aðrar í býti fyri botnfisk, men avsannaði ikki, at fleiri samráðingar kundi fara fram.










