Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, Tjóðveldi, hevur kallað andstøðuna til fundar nú beint eftir døgverða í dag.
Hetta er annar fundurin millum samgongu og andstøðu um nýskipan av fiskivinnuni, síðani álitið frá nýskipanarbólkinum var lagt fram.
Á fyrsta fundinum greiddi landsstýrismaðurin frá, hvat hann helt hava størsta týdning at finna semju um. Hann býtti tað upp í trý punkt:
- Burðardygg veiða og stovnsrøkt
- Fiskidagar ella kvotaskipan
- Fiskivinnurættindi
- Útlendskur kapitalur
- Virðisøking
Á fundsinum í dag fedr landsstýrismaðurin aftur at royna at finna fram til, hvar møguleikar eru at samráðast víðari um skipanina og hvar tað annars er ómøguligt. Í veruleikanum var fundurin í seinastu viku og fundurin í dag ein sondering av , hvørjir møguleikar eru fyri semju