Fiskivinnu politikkur í "Frøði"

Fyrsta útgáva av "Frøði" í 2014 er komin. Her eru millum annað tvær greinar um hvussu fiskivinnan í Føroyum er skipað

Í ársins fyrstu útgávunu av "Frøði" eru tvær greinar, ið umrøða samfelagsliga gransking í sambandi við fiskivinnuna. Í fyrstu atløgu skrivar Kristoffur Laksá MA í stjórnmálafrøði áhugaverda grein um hugtakið klientilismu, og hvussu klientilisma hevur ávirkað og stýrt førda politikkinum í Føroyum síðan 1948. 

 

Klientisma snýr seg í stuttum um, at politiska valdið útvegar sær atkvøður aftur fyri at lata klientunum rættindi, sum aðrir borgarar ikki fáa.

 


Hans Ellefsen doktari í búskapi skrivar eina øðrvísi áhugaverda grein um tær mekanismur, ið gera seg galdandi, tá ið avtalur skulu gerast um býtið av teimum pelagisku fiskastovnunum, sum ferðast um landamørk.

 

Talan er um samfelagsliga gransking, ið hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, skrivar Frøði í tíðindaskrivi í dag.