Fiskivinnan í umrøðu

Oddagrein:

Fiskivinnan er støðið undir føroyska samfelagnum. Gongur fiskivinnuni væl, gongur øllum samfelagnum væl, gongur hesi vinnu illa, so gongur okkum øllum illa. Tað er tí eitt sindur løgið, at fiskivinnupolitikkurin hevur so lítið pláss í almenna rúminum. Undantakið er sjálvsagt tíðin kring ásetingina av fiskidøgum fyri eitt nýtt fiskidagaár, tá bylgjurnar ganga høgt og av álvara avdúka, hvussu grundleggjandi ósamd, ið vit eru um fiskivinnupolitikkin.

 

Men rætt skal vera rætt, fiskivinnan stendur høgt á dagsskrá hjá ávísum flokkum, tá hesir hava landsfund og søgan um svartkjaftabýtið avdúkar, hvussu stór ósemja er. Fiskurin á føroyskum sjóøki, er ogn Føroya fólks. Breið semja er um hesa áseting, men samstundis er ikki semja um, hvat hetta í roynd og veru merkir. Vit hava eina skipan við fiskidøgum, við fiskiloyvum, kvotum v.m., men vit eru ongantíð veruliga vorðin á einum máli um, hvussu henda ogn Føroya fólks best og mest ábyrgdarfult skal umsitast ei heldur um, hvussu vit tryggja eina burðadygga vinnu.

 

Orðaskiftið í almenna rúminum um fiskivinnu er avmarkað og fyrst og fremst avmarkað til ávísar fiskivinnuáhugaðar tingmenn, yrkisfelagsmenn og fiskifrøðingar. Fiskifrøðingarnir, sum eftir bestu sannføring mæla til ein fiskiveiðipolitikk, sum er grundaður á vísindaligar kanningar, eru ofta »teir illavorðnu dreingirnir«. Kortini seta teir ta dagskrá, sum hóast alt er í almenna orðaskiftinum. Búskaparfrøðingarir halda seg við fáum undantøkum aftur, halda seg vanliga á heilt øðrum hæddum ájavnt við teirra starvsfelagar í umheiminum. Men av og á koma føroyskir búskapafrøðingar fram við áskoðanum um fiskivinnuna, og eru hesar vanliga eins áhugaverdar og tær vekja forargilsi í veiðiumhvørvinum. Búskaparfrøðingar kunnu jú loyva sær bert at viðgera tað, sum lønar seg og tað sum ikki lønar seg. Í mikudagsblaðnum var ungur føroyskur búskaparfrøðingur frammi við klárari greining av støðuni í fiskivinnuni og við tilsvarandi radikalum uppskotum fiskivinnuni til bata. Hansara uppskot er m. a. at lata tey skip, sum ikki bera seg fara undir hamaran nú fyrr jú betri. Hann tekur fram munin millum eitt nú norska og føroyska fiskivinnu, sum báðar fáa stuðul og grundgevur sakliga fyri muninum millum hesar vinnur. Hann vísir á, at hjá okkum er talan um høvuðsvinnu, sum má og skal rekast so optimalt sum gjørligt t.v.s. uttan almennan studning. Studningspolitikkur er beinleiðis skaðiligur, tá lítið er til av fiski. Tað, sum umræður, er at fáa so nógv burturúr fiskinum, sum er, og ein skipan, sum heldur skipum siglandi, sum ikki bera seg, ger bert støðuna verri. Við at veita einum parti av fiskivinnuni, sum ikki ber seg, andahjálp, minka vit samstundis um møguleikarnar hjá teimum pørtum, sum kundu borið seg. Við støði í hesum heldur hann, at vit skulu lata tann partin, sum ikki ber seg, fara, fyri at bjarga tí parti av vinnuni, sum loysir seg. Hesi eru í stuttum sjónarmiðini, og fara tey valla at falla á góðan botn hjá øllum, men vónandi fáa vit eitt neyðugt og gott orðaskifti burtur úr hesum.