Fiskivinnan ótrygg vinna

Í einum tilmæli til landsstýrið í Nuuk skrivar grønlendska vinnumenningarráðið, at grønlendska fiskivinnan er ov illa skipað og ikki nóg trygg sum vinnugrein.

Tí kemur ráðið við uppskoti um, at í framtíðini skulu grønlendingar arbeiða í byggivinnuni, ráevnisvinnuni, ferðavinnuni og øðrum tryggum vinnugreinum heldur enn fiskivinnuni. Ráðið sigur, at eitt arbeiðspláss á landi gevur meiri løn og er støðugari enn eitt arbeiðspláss í fiskivinnuni.