Fiskivinnan í Skotlandi biður um trygd eftir Brexit

Skotland vildi verða verandi í ES, men meirlutin vildi úr. Nú biður fiskivinnan í Skotlandi um trygd frá bretsku stjórnini at fígging ikki heldur uppat

Fergus Ewing, tinglimur í skotska parliamentinum, við ábygrd fyri m.ø. útjaðara, sigur at fiskivinnan í Skotlandi er ótrygg við støðuna.

 

Fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, Phillip Hammond, hevur fyrr sagt, at vinnur og felagsskapir, ið fáa fígging úr ES grunnum, ikki skulu stúra. Ætlanin er, at Bretland sjálvt tekur um endan og fíggjar verkætlanir, sum annars høvdu blivið fíggjaðar úr ES.

 

Fergus Ewing sigur, at tey hava fingið boðini frá Phillip Hammond, men at enn hava tey bert fingið lova ein part av teim møguleikum, ið tey annars hava við núverandi skipanum í ES.

 

Herfyri blivu útvið 100 mió. krónur játtaðar til verkætlanir í Skotlandi, beinleiðis úr grunnum og skipanum undir ES.

 

Millum annað fekk Peterhead 45 mio. krónur at dýpa havnina og Marine Scotland fekk uml. 12 mió. krónur at marknaðarføra sjómat úr Skotlandi.

 

Fergus Ewing sigur, at hetta eru pengar, ið gera ein beinleiðis mun á lokaløkir í Skotlandi og at stjórnin í Westminster eigar at taka um endan.