Fiskivinnan og framtíðin

Johan Dahl, løgtingsmaður

Lógin um Vinnuligan fiskiskap og fiskidagaskipanin eru báðar væleydnaðar skipanir, sum eru settar í verk av sambandssamgonguni 1994-1998 , men einhvør skipan má tillagast, so hon til einahvørja tíð er ajourførd, tí annars virkar hon neyvan eftir ætlanini _ og soleiðis er eisini við hesum skipanum.
Tað er ein sera stór ábyrgd at umsita fiskivinnuna, tí hon er grundarlagið undir samfelagnum.
Grundarlagið undir okkara áhaldandi vælferð _ men tað er hon einans, um hon verður umsitin við neyðugum fyrilitum fyri allari vinnuni bæði á sjógvið og landi.
Við núverandi gongd við støðugt ringum prísum og víkjandi marknaði, eru útlitini fyri framman alt annað enn bjørt og mugu vit gera upp við okkum sjálvi, um vit áhaldandi vilja hava eina fiskivinnu á landi ella vit áhaldandi skulu lata meir enn helmingin av tilfeingi okkara fara óvirkað av landinum.
Tað má verða fair play, og føroyska vinnan á landi má hava somu kappingarparametur at bjóða út frá, sum útlendsku keypararnir, annars verður trupult at virka í hesum landinum.
Skulu vit t. d framleiða alt á landi, ella skulu vit loyva partvísari framleiðslu umborð á skipum?
Skal øll fyrstahonds søla verða yvir uppboðssølu í Føroyum og yvir føroyskan kaikant??
Ella skal tað stórt sæð verða frítt slag?
Møguleikarnir eru fleiri, men tann loysnin, sum ger øll nøgd, finnst neyvan, og neyðugt verður neyðugt at skera ígjøgnum.
Hvat tænir vinnuni best, og hvat tænir føroyska samfelagnum best sum heild??
Greinin hjá Jens Josefsen, nevndarlimi í Fiskavirking, sum viðger hendan trupulleikan í bløðunum 24.06.2004, er áhugaverd og eigur at geva okkum nakað at hugsa um, hann viðger nøkur ting ,sum eru sera relevant og neyðug at taka upp til viðgerðar.
Sjálvandi skulu marknaðarmekanismurnar stýra gongdini í so stóran mun sum til ber, men tað ber ikki til at sita og hyggja at, meðan føroysku framleiðsluvirkini á landi eru við at fara í skeljasor, og arbeiðsloysið veksur dag fyri dag, meðan stórur partur av okkara tilfeingið verður selt óvirkað uttanlands _ tá haldi eg, at alarmklokkurnar eiga at ringja.
Vit kunnu eisni gera sum búskaparfrøðingar mælað til, nevniliga:
? at lata fara tað, ið ikki kann klára seg, - ella
? at minka um útflutningsframleiðsluna (sí sitat hjá H. Oskarsson niðanfyri)

og so síggja hvat hendir innan tað næsta árið, men stóri spurningum er, um tað er forsvarligt bara at lata standa til??
Herman Oskarson segði m. a niðanfyri siteraða - sum eg loyvi mær at endurgeva úr hansara framløgu á Christiansborg um blokkin
Citat:
"
o Den politiske linje de sidste 6 år har været at mindske bloktilskuddet og øge eksportproduktionen uden subsidier

o den nye politiske linje er ikke lagt endnu, men kan kun være en af disse

? enten mindre eksportproduktion og bevaret bloktilskud

? eller en ny krise . . .

citat endað.

Hetta má eg siga ljóðar ikki sørt ørkymlandi _ men kanska onkur í Búskaparráðnum, sum jú tekur fult undir við hesum sjónarmiði, kann siga okkum, um hetta er veruliga gongdin vit skulu ganga í framtíðini??
Annars tá vit tosað um búskaparliga partin av tí, sum m. a. tilmælunum frá fiskifrøðingum og fiskidaganevndini, so er spell at hesin ikki er við í størri mun, tað kundi verið áhugavert at sæð teirra niðurstøður.
Tað er upp á hægstu tíð at vit fara í holt við at finna loysnir fyri, hvussu fiskivinnan og fiskaframleiðslan skal skipast framyvir, so at optimal gagnnýtsla kann fáast fyri skip og virkir og gerst hetta einans við at lurta eftir og samstarva við vinnuna á sjógvi og landi og serfrøðina um loysnir .

ÿ Lógin um vinnuliga fiskiskap er upprunaliga vælegnað til føroysk viðurskifti, men hon má uppdaterast/tillagast. og snávingarsteinar burturbeinast.
ÿ Vit mangla teirri leypandi tillagina av fiskidagaskipanini t. d. bólk 5 og veiðittrýstið má regulerast
ÿ Vit mangla at gera eina nýggja skipan fyri okkara flota, sum veiðir á fjarleiðum og seta hendan í føraraposition ístaðin fyri taparastøðu
ÿ Vit mangla at finnað nýggjar møguleikar og fiskirættindi og fáa fatur á kvotum frá ørðum londum sum vit síðani t. d. kunnu skipað í ein kvotabanka, at nýta til okkara egna skipflota.
ÿ Vit mangla ein langsiktaðan fiskivinnupolitikk snøgt sagt !!


Um vit ikki skjótast gera neyðugar tillagingar og langtíðarstrategiir fyri fiskivinnuna, komað vit at sagað greinina av vit sita á.