Fiskivinnan í fokus hjá Tjóðveldi

Í annaðkvøld klokk­an 19 skipar Suðurstreymoyar Tjóð­veld­is­fel­ag fyri al­menn­um fundi um fisk­i­vinn­u­pol­i­tikk í Miðlahúsinum

Eirikur Lindenskov

Høgni Hoydal og Tórbjørn Jac­obsen leggja uppskotið fram. Fólk úr vinnuni verða opp­onentar.
Suðurstryemoyar Tjóð­veld­is­fel­ag sig­ur, at flest øll, sum við­gera fiskivinnuna eru samd um, at ein loysn má finnast á teimum trup­ull­eik­um, sum eru í fiski­vinnuni.
– Verandi fiskiloyvi ganga út í 2018, og Tjóðveldi hev­ur hig­ar­til ein­asta boð upp­á, hvør skip­an­in eig­ur at verða. Skalt tú reka fisk­i­vinnu í dag, mást tú eis­ini keypa rættin at fiska frá ein­um øðr­um á priv­ata markn­að­inum. Og roynd­ir­nar sýna, at hesin ræt­t­ur kann kosta minst fimm-tíggju ferðir so nógv, sum skipið sjálvt kostar. Tí eru tey reiðarí, sum eru í vinnuni í dag – og kapi­tal­sterk útlendsk feløg – í ver­u­leik­anum tey einastu, sum hava møguleikan at reka fisk­arí í Føroyum, sigur Tjóð­veld­is­felagið.
Felagið sigur, at tann, sum keyp­­ir skip, má eisini rinda kap­­­i­tal­­is­er­aða virð­ið á rætt­i­num at fiska í ó­end­a­liga tíð fram. Tá prísurin á fisk­i­rætt­ind­um verð­ur lagd­ur om­aná, hefta skipini fyri eini nógv størri skuld, enn tey eru verd. Sanna virð­ið á hesum rættindum kenn­ir ong­in, og tí er váðin, ið tik­in verð­ur, sera stórur. Hetta er eisini galdandi, tá ræt­t­indi verða seld millum skip, sum longu eru í vinnu.
Tjóðveldi hevur fleiri ferð­ir havt sítt uppskot á ting­borði og hevur í eina tíð ferð­ast kring landið við upp­skot­inum um almenna til­feing­is­búð, sum er eitt boð uppá, hvussu vit kunnu koma okkum burturúr tí mon­o­pol­i­sering, sum ver­andi skip­an leggur upp til, og sum er eitt boð uppá ein fígg­ing­ar­leist, sum tryggjar, at tað eru tey bestu, sum sleppa framat ogn Føroya fólks.
– Uppskotið hjá Tjóðveldi er eisini eitt greitt boð uppá, hvussu eitt nýtt tilfeingi sum makrelurin kann um­sit­ast og bjóðast út. Hevur tú hug at hoyra meira um upp­skotið, sum fleiri og fleiri tykjast at taka undir við, so hevur tú møguleika at hoyra um uppskotið og gera vart við tína hugsan, sigur Suð­ur­streym­oy­ar Tjóð­veld­is­fel­ag, sum heils­ar øll­um væl­komi­n á fund í Miðla­hús­i­num.