Fiskivinnan fer at víkja fyri oljuvinnuni

Um fá ár fer oljuvinnan at hava størri týdning í norsku Finnmørkini enn fiskivinnan, sigur norskur samfelagsgranskari.

Um fá ár fara olja og gass at hava størri týdning í Finnmørkini enn tann vanliga fiskivinnan. Tað heldur í hvussu er samfelagsgranskarin Arne Rydningen.
Hann sigur, at nútímans tøkni ger, at arbeiðsplássini í fiskivinnuni gerast støðugt færri í Finnmørkini, og sjálvt um nýggjar framleiðslur skuldu givið fiskivinnuni eitt skump uppeftir, fer olju- og gassvirksemið í Barentshavinum at fáa størri og størri týdning.
Arne Rydningen, sum starvast hjá stovninum Norsk Samfunnsforskning, sigur við norska útvarpið, at myndugleikarnir eiga at leggja størri dent á kunnleika, tøkni og nýskapan í Finnmørkini, so samfelagið har kann fáa summest burtur úr oljuvinnuni í Barentshavinum.
Hann heldur, at almennir pengar til hetta endamálið høvdu givið nógv av sær. Men hann leggur afturat, at verður hetta gjørt, eiga myndugleikarnir ikki bert at hugsa um fiskivinnuna.