Løgmaður Jóannes Eidesgaard og Hans Enoksen nýttu eina løtu sunnudagin at umrøða politisku viðurskiftini landanna millum. Ætlanin var, at íslendski forsætisráðharrin, David Oddson eisini skuldi verið við á fundinum, men innanhýsis trupulleikar í stjórnini í samband við íslendsku fjølmiðlalógina forðaði honum at luttaka á Útnorðurfundinum.Tá tað ikki beyðst íslendska forsætisráðharranum at vera við, hildu løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin ein óformellan fund sunnudagin. Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard viðgjørdu fyrst og fremst fiskivinnuna.
Trætan loysast
Føroyingar og grønlendingar hava leingi sita illa um sátt um býtið av rækjunum á økinum 3 L. Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard viðgjørdu trætuna, og løgmaður er bjartskygdur um at finna eina endaliga loysn á málinum.
Mikudagin verður fundur í Keypmannahavn um kongafiskin í Irmingarhavinum. Í samráðingunum um kongafiskin eru Føroyar, Grønland og Ísland bólkaði sum strandalond, og tí avráddu løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin at leggja nógv fyri, at føroyingar, grønlendingar og íslendingar høvdu eina felags ætlan á fundinum, so úrslitið varð so gott sum gjørligt hjá øllum pørtum.
Seinasta málið á fundinum millum løgmann og Hans Enoksen var um fiskivinnuavtaluna millum Grønland og Føroyar. Í galdandi avtalu ber til hjá føroyingum at keypa grønlendskar avlopkvotur, men hendan skipan hevur virkað illa, og tí setti løgmaður ynski fram um at fáa avtaluna í rættlag.