Fiskivinnan alt ov lítið sjónlig í fjølmiðlunum

At fiskivinnan er so lítið sjónlig í fjølmiðlunum er helst m. a. orsøkin til, at arbeiðið á fiskavirkjunum - í tí stóra og heila - ikki er serliga høgt í metum. Og tað er stórt spell, tí fiskivinnan er spennandi og stórt sæð einasta beinið, sum búskapur okkara stendur á.
Tað at fiskivinnan - í stóran mun - er myndað av monnum, er ongin trupulleiki hjá Mariann. At vera konufólk eru undir ongum umstøðum tað sama sum, at tú einki veit, og ikki ert før fyri at vera leiðari á einum fiskavirki.
Hon sigur eisini, at útbúgving hennara á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna hevur verið ein góð barlast í starvinum sum virkisleiðari

Mariann er av Válinum í Vestmanna og tók Hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF) prógv á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna í 2001.
? Mær dámdi sera væl á Fiskivinnuskúlanum. Ein av orsøkunum er ivaleyst, at samanhaldið í flokkinum var avbera gott. Skúlin heldur til í trimum vanligum sethúsum, sum í ávísan mun eru innrættað til undirvísing. Hetta ger, at tú skjótt følir teg næstan sum heima á skúlanum - haldi hetta serliga hevur týdning fyrstu tíðina á skúlanum, sigur Mariann.
Av tí, at talan ikki er um ein stóran skúla, eru ymsir fyrimunir, t. d. koma flest øll at kenna hvønn annan væl. Og tú kemur at kenna lærararnar betur enn á øðrum skúlum. Hetta ger, at tú fært betri viðurskifti við teir, og tí eisini hevur lættari við at fáa neyðugu hjálpina til uppgávur o.t.

Virkisleiðari
Á vári 2001 leitaði Norðís á Eiði eftir skikkaðum fólki at seta í starv sum virkisleiðari. Í hesum sambandi setti virkið seg í samband við Fiskivinnuskúlan, sum lat virkinum eitt yvirlit við telefonnumrum hjá næmingunum, sum tóku prógv á sumri 2001.
Nakað seinni setti stjórin, Jóhan Páll Joensen, seg í samband við meg, og eg kann í dag siga, at eg var heppin at fáa starvið. Mær hevur frá fyrsta degi dámt sera væl á Norðís.
Men tað var ein stór avgerð hjá mær at taka støðu til. Eg minnist, at eg hugsaði, um hetta ikki fór at vera ein í so stór og krevjandi uppgáva hjá mær at fara undir - eg var tá 24 ára gomul. Men eg helt samstundis, at hetta fór at vera ein sera spennandi avbjóðing.

Norðís á Eiði
Á Norðís, eins og á øðrum flakavirkjum, verður fiskur (rávøra) keyptur til tilvirking á virkinum og seldur beinleiðis til kundar hjá virkinum.
Innkeyparin á virkinum hevur ábyrgdina av, at rávøran verður keypt fyri rætta prísin.
Mariann sigur, at hennara lutur og ábyrgd í hesum sambandi er at fáa fiskin til virkið og at syrgja fyri, at hann verður framleiddur so effektivt sum til ber.
Sølufólk hjá virkinum hava so ábyrgdina av, at framleidda vøran verður seld fyri ein nøktandi prís.
? Jóhan Páll Joensen eigur saman við øðrum Norðís, ið er eitt flakavirki. Kundi eisini nevnt, at Eystís í Klaksvík og Vestís í Sørvági eru partar av somu fyritøku. Hesi virki framleiða kortini ikki somu vøru sum vit, tey eru bæði saltfiskavirkir.

Ein vanligur arbeiðsdagur
Ein vanligur arbeiðsdagur hjá mær byrjar kl. 7.45, og eg eri vanliga liðug um 17 tíðina. Dagarnir eru rættuliga ymiskir, tí tað eru nógv viðurskifti at hugsa um, og nógvar avgerðir at taka. Summir dagar eru strævnir, og tað krevur av tær, at tú ert væl fyri.
Tá eg møti á morgni, veit eg longu, hvat vit framleiða burtur úr ymsu fiskastøddunum, tí hetta avgera vit dagin fyri. Tá reinskerararnir og onnur møta kl. 8, gevi eg teimum boð um, hvat tey skulu gera, um tey skulu gera nakað annað, enn tey gjørdu dagin fyri. Sum dagurin gongur, gangi eg við jøvnum millumbilum í framleiðsluhølunum fyri at tryggja mær, at alt gongur sum tað skal.
Tá klokkan nærkast 17 veit eg, hvat eftir er av rávøru til næsta arbeiðsdag, og tá verður komandi arbeiðsdagur lagdur til rættis.

45 fólk undir mínari leiðslu
Í tí dagliga skal eg hava eitt gott yvirlit og tora at taka skjótar og rættar avgerðir. Ofta veri eg noydd at taka avgerðir her og nú. Eg havi við nógv fólk at gera, og tað krevur, at eg skal duga at fáast við fólk. Tað eru umleið 45 fólk undir mínari leiðslu.
Ofta hoyrist, at ung fólk ikki støðast í fiskivinnuni. Hetta er nokk fyri ein stóran part satt, men á Norðís telja tey ungu okkurt um helvtina av samlaðu starvsfólkunum.
Eg skal eisini syrgja fyri, at framleiðslan er so effektiv sum møguligt. Meðan framleitt verður, hyggi eg eisini at, hvussu dagurin frammanundan hevur hildnast í krónum og oyrum. Harumframt eru avskipingar og nógvar telefonsamrøður, ið eisini skulu avgreiðast.
Her havi eg eisini hug at nevna, at Fiskivinnuskúlin hevur verið ein góð barlast í mínum starvi. Førleikin, ið lærugreinir so sum støddfrøði, fiskaídnaður og smáverulívfrøði geva, havi eg mangan fingið ágóðan av. Støddfrøðin er eitt nú ikki til at koma uttan um, tá tú skalt finna útav, hvør framleiðsla t. d. loysir seg best o. a. t.
Eg havi í dag eitt gott og spennandi starv, sum í stóran mun byggir á útbúgvingina á Fiskivinnuskúlanum. Um eg skuldi valt eina miðnámsútbúgving í dag, so hevði eg uttan at blunka valt Fiskivinnuskúlan.


Arbeiða mest við hýsu
Á Norðís virka vit fyri tað mesta hýsu. Men vit virka eisini nakað av upsa og toski. Seinastu tíðina hava vit tó bert virkað hýsu.
Eg kann annars ikki siga so nógv um ymisku smálutirnar í sambandi við úrtøku og framleiðslu á virkinum. Kappingin millum føroysku fiskavirkini er sera stór. Og tí er lívsneyðugt hjá okkum at hava eina so góða framleiðslu og søluvøru sum gjørligt. Og í hesum sambandi er neyðugt hjá virkinum - javnt og samt - at menna og upparbeiða vitan um eina so góða søluvøru sum gjørligt. So her er eisini talan um íløgur í »know how«, og tað forera vit sjálvandi ikki okkara kappingarneytum. Og hinvegin fáa vit onki forerandi frá øðrum virkjum.
Sum dømi kundi eg nevnt, at eg ikki úttali meg nágreiniliga um, hvussu vit viðgera okkara vøru, hvussu hon verður pakkað, og hvussu og hvar hon verður seld. Hetta er eitt slag av »forrætningshemmiligheit«, sigur Mariann við einum smíli.

At vera konufólk er ongin trupulleiki
Øll vita, at fiskivinnan er ein mansdominerað verð, og at á flestu virkjum eru tað mannfólk, sum eru leiðarar.
Sjálv havi eg kortini aldrin havt trupulleikar av tí, at eg eri konufólk. Eg haldi at tað hevur týdning, at tú - í tí dagliga - ikki tekur tær alt líka nær. Annað, sum kann hava týdning í mínum føri er, at eitt konufólk hevði verið virkisleiðari, áðrenn eg byrjaði. Starvsfólkini vóru tí eisini von við, at tað var eitt konufólk, ið tey starvaðust undir.
Tað at vera konufólk, er undir ongum umstøðum tað sama sum, at tú einki veit og ikki ert før fyri at vera leiðari á einum fiskavirki.
Um tú ert mannfólk ella konufólk haldi eg ikki hevur nakran týdning í dagliga arbeiðinum. Her eins og flest alla aðra staðni er tað áhugin, sum er drívmegin.
Eg haldi ikki, at mannfólk t. d. vita meira um fisk enn konufólk, hóast tað eru fleiri menn enn kvinnur í hesi vinnuni. Og í seinastuni eru fleiri og fleiri kvinnur eisini settar í leiðandi størv t. d. sum góðskuleiðarar.
Men eins og á flest øðrum flakavirkjum, er meginparturin av starvsfólkunum á Norðís konufólk.

Tað eru altíð góðar og minni góðar tíðir
Vit kunnu ikki siga, at vinnan í løtuni er væl fyri peningaliga. Fiskaprísurin er fallin nógv í seinastuni. Eg rokni við, at tað gongur illa hjá teimum flestu virkjunum í dag. Men fiski- og flakavinnan vil helst altíð fara at merkja góðar og minni góðar tíðir. Og sum støðan er í løtuni, hava vit lítla ávirkan á gongdina. Hetta kemst av, at tann stóri trupulleikin liggur á marknaðinum, sum er í botni. Tað er sera trupult at selja fisk og fiskavørur í dag. Vit liva annars av muninum í millum søluprís og keypsprís + framleiðslukostnað. Tí hevur tað meiri at siga, hvussu stórur munur er millum søluprís og keypsprís, og hvussu bíligt vit kunnu framleiða.

Finna nýggjar marknaðir
Nógv hevur í seinastuni verið tosað um at framleiða meira burtur úr fiski, brúka alt, eisini t. d. skræðuna. Í hesum sambandi sigur Mariann, at kostnaðarstøðið í Føroyum er hægri enn hjá flestu kappingarneytunum, tí fer tað í framtíðini eisini at vera trupult hjá okkum at kappast á marknaðunum, vit í dag eru á.
? Tí meti eg tað vera røttu leiðina at ganga, at granska innan fiskivinnuna, so vit kunnu finna útav, hvussu vit betur kunnu gagnnýta hetta tilfeingið. Hetta átti at givið okkum møguleika fyri at funnið nýggjar marknaðir, har prísurin ikki er týdningarmesta kappingarparametrið, heldur hon..

Vitanin um fiskivinnuna ov lítil
? Eg havi hug at nevna, at eg haldi, at fiskivinnan er alt ov lítið sjónlig í føroysku fjølmiðlunum. Vit mugu sanna, at har verður sjáldan borðreitt við vitan og kunning um t. d. stóru føroysku matvøruframleiðslu, sum fiskavirkini standa fyri. Og tá okkurt onkuntíð frættist, so er tað helst tí, at okkurt fiskavirki er farið av knóranum, ella at tað gongur serliga illa hjá einum ella fleiri føroyskum virkjum. Tað tykist eisini sum um, at vitanin hjá einum stórum parti av Føroya fólki er rættiliga lítil, tá talan er um føroyska fiskivinnu.
? Samstundis kunnu vit helst eisini siga, at vitanin er upp aftur minni, tá talan er um ta sera stóru matvøruframleiðslu, sum føroysku fiskavirkini standa fyri. Hetta má sigast at vera eitt ordiligt paradoks, tá vit samstundis vita, at tað er júst henda sama vinna, sum ger, at tað er møguligt hjá føroyingum at búgva í Føroyum.
? Hetta er kanska eisini orsøkin til, at arbeiðið á fiskavirkjunum - í tí stóra og heila - ikki er serliga høgt í metum. Hetta meti eg sjálv vera stórt spell, tá fiskivinnan stórt sæð er einasta beinið, okkara búskapur er bygdur á, sigur Mariann á Válinum, virkisleiðari á Norðís á Eiði, at enda í vitali.