Fiskivinna verður viðfáningur

Tað er tendensurin, sambært Hans Jákup Mikkelsen, sum í morgun hevur hildið ein fyrilestur á aliráðstevnuni hjá Havbúnaðarfelagnum. Aliráðstevnan hjá Havbúnaðarfelagnum snýr seg fyrst og fremst um fyrilestrar, og tað eru ikki færri enn níggu á skránni í dag.

Hin fyrsta helt Hans Jákup Mikelsen, sølustjóri hjá Marine Harvest, og hann hevði heitið »0arknaðarútlit fyri alivinnuna 2010«.

Hans Jákup Mikkelsen legði dent á, at fyrilesturin var frameftir lítandi, men har vóru skelkandi spádómar, serliga hjá fiskimonnum.

Men har vóru eisini positivir boðskapir ímillum. Hans Jákup Mikkelsen byrjaði tó við at ávara føroyskar alifyritøkur um at vara seg ímóti smáum keyparum, sum bjóða nøkur oyru omanfyri marknaðarprísin, tí vandin fyri at missa pengar upp á hesar keyparar er sera stórur.

Hinvegin spáddi hann sera góðan prís fyri alilaks í ár, tí útrokningar vísa, at úrboðið av alilaksi verður í minsta lagi fimm prosent minni í ár enn í fjør.

- So var 2009 gott, so verður 2010 ikki minni gott, segði Hans Jákup Mikkelsen.

Men fyri fiskimenn vóru spádómarnir ikki so bjartir. Hans Jákup Mikkelsen segði, at um 10 ár verður alifiskurin javnt stórur við tað, sum vit fiska, og um 20 ár verður meginparturin av útflutninginum alifiskur, meðan fiskiveiðan bert verður ein viðfáningur.

So føroyingar skulu eftir øllum at døma fyrireika seg til eina rættiliga mentanarbroyting í komandi tíðum.