Ein ES-frágreiðing sigur, at danskir fiskimenn fiska meira tosk, enn teir hava loyvi at fiska. Frágreiðingin sigur nevniliga, at meirveiðan hjá dønum er upp í heili 13%.
Men formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Flemming Kristensen, er ikki samdur við ES-frágreiðingini um, at fiskimenn einsamallir eiga at ábyrgdast fyri hetta.
- Tað er fiskiveiðieftirlitið, sum hevur skyldina í hesum, tí tað er ikki altíð so lætt hjá fiskimonnum neyvt at staðfesta, hvussu nógvan fisk teir hava inni, sigur Flemming Kristensen.