Fiskiveiðieftirlitið avgreiðir fiskiloyvir

Frá 1. september 2012 verður øll málsviðgerð og avgreiðsla í sambandi við veiði- og fiskiloyvi til fiskifør, ið eru undir fiskidagaskipanini til botnfisk á føroysku landleiðunum flutt frá Fiskimálaráðnum til Fiskiveiðieftirlitið.

Tað boðar Fiskimálaráðið frá.

Endamálið við flytingini er at savna alla viðgerð og avgreiðslu viðvíkjandi botnfiskaveiðu á føroyska landgrunninum á einum staði.

Tað verður Fiskiveiðieftirlitið, sum fer at avgreiða nýggju fiskiloyvini í sambandi við at nýtt fiskiár tekur við 1. september 2012.