Fiskiveiðan økt

Íslendska fiskiveiðan er nógv økt higartil í ár. Vøksturin stavar serliga frá veiðini eftir pelagiskum fiskasløgum

Fiskivinna

 

Í tíðarskeiðinum januar til mai í ár øktist íslendska fiskiveiðan við heili 14% í mun til somu mánaðir í fjør.

Tað er í fyrsta lagi veiðan eftir pelagiskum fiskasløgum, sum er økt.

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í fjør var samlaða pelagiska veiðan hjá íslendskum skipum 398.000 tons ímóti 503.000 tonsum somu mánaðir í ár.