Fyrr í dag skrivaðu vit, at vaktar-og bjargingarskipið Brimil var á veg til lands við einum báti úr Nólsoy, sum hevði verið á nátaveiði.
Trupulleikar vóru við motorinum, og Brimil hevði tikið bátin upp á sleip. Hesin báturin varð sleipaður inn á Klaksvík.
Men, nú hevur Brimil longu fingið eitt sleip aftrat.
Tað er línubáturin, Fiskivarði VN 659 úr Vestmanna, sum hevur biðið um sleip.
Fiskivarði er staddur á Føroyabanka, og Brimil er væntandi hjá línubátinum um midnáttarleitið í kvøld.











