Leygardagin 3. mai verður fiskitúrur við sluppini Johonnu TG 326 Tað er í samband við tiltakið Vilt í Hvalba, at Johanna kemur at liggja í Hvalba frá fríggjakvøldinum 2. mai, og so fer sluppin fiskitúrin leygardagin kl. 09.00, og til umleið á miðdegi.Johanna, sum er heimahoyrandi í Vági, hevur verið karmur um mong tiltøk, og verður eitt teirra so leygardagin 3.mai. Upplýsast kann, at tað er umráðandi at hava fiskireiðskap við sjálvur.Tekning til fiskitúrin hendir við at venda sær til Vilt, á vilt@vilt.fo Kostanðurin er 175 krónur fyri hvønn og tað er avmarkað luttøka.









