Fiskiskiparar vilja hava fasta løn

Føroyskir fiskiskiparar skulu nú hava fasta løn.

Tað er eitt av krøvunum hjá Skipara- og navigatørfelagnum, nú samráðingar eru við Reiðararnar um nýggjan sáttmála, eftir at sáttmálaskeiðið endar nú á nýggjárinum. Eyðstein Djurhus, formaður í felagnum, sigur, at teir vóru sinnaðir at slaka í hýruprosentinum fyri eina fastlønarskipan, sum altíð tryggjar skiparum eina minstuløn, men sum gevur teimum viðbøtur, tá ið fiskiskapurin er góður.

- Eisini lótu vit møguleikan standa opnan, at halda veikastu skipabólkarnar uttanfyri eina slíka skipan, sigur hann

Formaðurin sigur, at hetta vilja Reiðararnir ikki góðtaka.

Afturímóti hava teir skotið upp at byggja minstulønarskipanina út fyri allar umborð og allar skipabólkar.

- Síðani skuldi skipari og manning fáa eitt bonus útfrá samlaða úrslitinum hjá reiðarínum.

Annars heldur hann, at sáttmálakrøvini frá Reiðarafelagnum eru rættuliga víðfevnd og ósmæðin.

- Reiðararnir hava kravt, at oljan skal verða felagsútreiðsla í øllum sáttmálum. Harafturat skulu línuskipini eisini sleppa at draga fiskireiðskapin frá.

- Í nøkrum førum skal býtisprosentið lækka og somuleiðis skal ein skipan setast í verk fyri allar skipabólkar, har býtisprosentið lækkar tá ið manningartalið lækkar og eykapartar skuldu regulerast niðureftir.

- Nú eru reiðararnir kortini sinnaðir at tosa um nýggj býtisprosent, sum endurgjald fyri, at oljan verður felagsútreiðsla.

Eyðstein Djurhuus hevur ikki so góðar vónir fyri samráðingunum, tí hann heldur, at rættilig naggatódn er komin í.

Men hann vísir á, at enn eru ongar semingsroyndir byrjaðar, so hann veit ikki, hvussu tað endar.