- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur. Pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at av djúpvatnstrolarunum eru tríggir til fiskiskap. Tveir fiska mest upsa, og hin triði fiskar serliga svartkalva. Væntandi koma allir djúpvatnstrolararnir inn at landa í næstu viku.
Í dag eru seks trolbátar til fiskiskap. Nakrir hava verið norðan fyri, har teir hava fiskað tosk og hýsu. Teir rýmdu eystur um vegna veður at fiska havtasku.
- Trolbátarnir, sum ikki hava verið norðan fyri og fiskað tosk og hýsu, hava fiskað havtasku allan túrin. Væntandi koma allir teir smáu trolararnir inn at landa fyrst og miðskeiðis í næstu viku.
At enda verður sagt, at trý garnaskip eru til fiskiskap. Eitt kemur inn at landa mánadagin, og tey bæði seinastu landa væntandi síðst í næstu viku.
- Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er vánaligur í løtuni, verður lagt aftrat.