Øll partrolarapørini uttan trý eru til fiskiskap. Øll pørini fiska upsa, og í løtuni er fiskiskapurin vánaligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir eru vestan fyri og fiska kongafisk. Báðir koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Í løtuni er ikki nógv roynd hjá teimum smáu trolbátunum, tí teir liggja allir við bryggju, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.











