Fiskiskapurin er betri í ár

- Nøgdin av fiski higartil í ár er hin sama sum í alt fjør, sigur útróðrarmaðurin, sum eigur og rekur Falkin.

- Nøgdin av fiski higartil í ár er hin sama sum í alt fjør. Sostatt hevur fiskiskapurin verið nakað betri í ár enn í fjør.

 

Tað sigur garvaði úrtróðrarmaðurin, Sjúrður Joensen á Skála, sum eigur og rekur útróðrarbátin Falkin, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

Dagin fyri, at sjómanstrúboðarin hitti Sjúrð Joensen, høvdu hann og Per Hansen verið á útróðri og gjørt ein góðan túr. Teir høvdu verið eystan fyri við 38 stampum.

 

- Veiðan var 8.200 pund av toski og hýsu, sum teir avreiddu á Toftum. Toskurin hevði rímiliga góða stødd, meðan hýsan var heldur javnt smá.

 

Sjúrður Joensen sigur, at teir egna mest høgguslokk og gággu, og at umleið triðja hvørt agn á línuni er gágga.