- Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Upsafiskiskapurin er á einari leið, men skipini fá lítið av hvítum fiski.
Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Av djúpvatnstrolarunum fiskar ein svartkalva og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku. Tveir fiska upsa og landa mánadain. Teir, sum frysta fiskin umborð, fiska allir svartkalva.
Í dag eru fýra trolbátar norðan fyri og fiska tosk og hýsu, og væntandi koma hesir bátarnir inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
- Trý skip fiska svartkalva við gørnum og hava brúkiligan fiskiskap. Hesi skipini koma helst øll inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.