Fiskirannsóknarstovan við íkasti til Torradagar

- Longu í Bíbliuni lesa vit, at teir, sum royndu á Genesaretvatni, blakaðu onkur fiskasløg útaftur, sigur fiskifrøðingurin, Bjarti Thomsen, sum fer at halda fyrilestur í Atlantis klokkan 18 í kvøld um skynsaman reiðskap

Fyrilestur

Nú klaksvíkingar skipa fyri mentanarviku undir heitinum “Torradagar”, hevur Fiskirannsóknarstovan eisini givið sítt íkast til hesa viku.
Mánakvøldið helt Regin Reinert fyrilestur við heitinum, “Fíggjarliga skilagóð fiskiveiða”.
Týskvøldið skuldi Høgni Debes halda fyrilesturin, “Gróður, havsins gras”, men av tí, at veðurlíkindini vóru so serstakliga vánalig hetta kvøldið, varð hetta tiltakið avlýst.
Í kvøld klokkan 18 verður so aftur eitt tiltak á skránni í Atlantis við luttøku frá fólki á Fiskirannsóknarstovuni.
Tá fer Bjarti Thomsen, sum bæði er fiskifrøðingur og verkfrøðingur, at halda fyrilestur um “Skynsaman reiðskap”.
Er tað nakað, sum skuldi verið áhugavert fyri vinnuáhugaðar klaksvíkingar og norðoyingar, átti tað at verið ein slíkur fyrilestur um skynsaman reiðskap.
Klaksvíkin er størsta útróðrarpláss í landinum, og haraftrat eigur býurin fleiri línubátar.
Húkurin hevur verið høvuðsgrundarlagið undir fiskiveiðini hjá klaksvíkingum og norðoyingum.
Í fyrilestri sínum fer Bjarti Thomsen eisini at visa á dømi um fiskiskap og útblaking av fiski á Genesaretvatni fyri 2000 árum síðan.
- Longu í Bíbliuni lesa vit, at teir, sum royndu á vatninum, blakaðu onkur fiskasløg útaftur, sigur fiskifrøðingurin.
Hann fer annars at greiða frá, hvat eyðkennir skynsaman fiskireiðskap, og hvussu altjóða rákið er hesum viðvíkjandi. At enda verða undirsjóvar videomyndir vístar frá nýggjum føroyskum royndum, sum miðja ímóti at menna skynsaman fiskireiðskap.
Bjarti Thomsen sigur, at fyrilestrarnir verða upplýsandi og leggja upp til kjak.