Í heyst verður ein nýggjur norðurlendskur felagsskapur fyri fiskimenn settur á stovn. Endamálið er at fiskimenn skulu arbeiða betri saman. Í farnu viku var fundur hildin millum fiskimálaráðharrarnar í Norðurlondum í finska býnum Pori, og her varð hetta evnið tikið fram.
Á fundinum vóru umboð fyri fiskivinnuna í Íslandi, Noregi og Føroyum, eins og úr Danmark sum luttók á fyrsta sinni. Einki umboð var úr Svøríki, men haðani eru vissa fingin fyri stuðli til ætlanina.
Sama mál
Høvuðsmaður aftanfyri ætlanina er Petur Bjarnason frá Fiskifelag Íslands.
- Hesin nýggi felagsskapurin skal ikki koma ístaðin fyri nakran annan felagsskap, men skal vera ein pallur fyri einum tættari samstarvi innan fiskivinnuna í Norðurhøvum, sigur hann við blaðið Fiskaren.
Hann vísir haraftrat á, at tey seinnu árini hevur verið trupult at fáa eitt samskifti um fiskivinnuna í Norðurlondum. Nú verður hinvegin góður møguleiki fyri hesum.
Tað hevur verið gjørt alt ov lítið við at arbeiða tvørtur um mørkini innan norðurlendska fiskiveiði. Orsøkin til hetta er millum annað hon, at summi lond eru við í ES og onnur ikki, men fyri Petur Bjarnason er hetta ikki nøkur forðing sum so.
- Vit hava øll ymisk sjónarmið, og kunnu læra hvør av øðrum, slær hann fast.