Í Grønlandi hava flokkarnir Inuit Ataqatigiit og Demokratarnir skotið upp, at bara fiskimenn við útbúgvingarprógvi kunnu fáa fiskiloyvi í framtíðini. Uppskotið stendur í einum áliti hjá fiskivinnunevndini í Landstinginum.
Teir báðir flokkarnir siga, at í sambandi við tað sokallaða ættarliðskiftið í fiskivinnuni eiga myndugleikarnir at kanna, um tað ber til at skipa so fyri, at bara fiskimenn við prógvi fyri útbúgving kunnu fáa kvotu og fiskiloyvi.
Uppskotsstillararnir gera tó vart við, at broytingin skal ikki ávirka rættindini hjá teimum, sum hava kvotu og fiskiloyvi nú.









