Fiskimenn skuldu verið partur av viðgerðini

Í samband við, at tosa verður um at leingja trygdarskeiðið til tríggjar vikur heldur Jan Højgaard, at fiskimenn skuldu verið við í viðgerðini.

Kanningar vísa, at nógvir arbeiðsskaðar henda umborð.

 

Í tí sambandi er kjakið um trygdarskeiðið komi aftur á skrá.

 

Tíðliga í samgonguskeiðinum legði Rigmor Dam fram eitt uppskot, ið skuldi leingja trygdarskeiðið upp í tríggjar vikur.

 

Uppskotið fekk so nógva mótstøðu, at tað bleiv tikið aftur.

 

Nú er tað so komi fra aftur og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, er ikki avvísandi fyri hugskotinum, men hann saknar, at tey sum felag hava verið við til at evnað uppskotið.

 

- Um nakar kennir til umstøðurnar umborð, so er tað dekkarin, sum arbeiðir í rullinum hvønn dag. Ti skilji eg ikki, at fiskimenn ikki eru spurdir um skeiðið, sigur Jan Højgaard.

 

Jan Højgaard saknar eisini eitt breiðari kjak í hesum sambandi. Ikki bert um trygdarskeiði, men eisini um trygd umborð í síni heild. 

 

Sjálvur metir Jan Højgaard, at trygdin umborð er ikki undir nóg góðum eftirlitið, nakað sum Jákup Poulsen frá SJóvinnustýrinum einans er partvíst samdur við.

 

Les meira í Sosialinum, sum kemur út í kvøld.