Fiskimenn rinda sín part av tilfeingisgjaldinum

Útreiðslurnar til tilfeingisgjald skal dragast frá, áðrenn manningin fær sín part


- Nú er sligið fast við sjeytummaseymi, at fiskimenn rinda eisini sín part av tilfeingisgjaldinum.

 

Tað staðfestir Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, á aðalfundinum hjá felagnum, sum var leygardagin.

 

Tilfeingisgjaldið hevur verið umstrítt evni í føroyskum politikki í langa tíð og hjá summum politikarum hevur tað verið avgerðandi, at fiskimenn ikki bløða fyri, at landið áleggur vinnuni tilfeingisgjald.

 

Tað, sum lagt verður í hetta, er, at fiskimenn skulu ikki rinda ein part av tilfeingisgjaldinum.

 

Men nú er tað sligið fast við sjeytummaseymi, at tað gera teir.

 

Í sambandi við tilfeingisgjaldi hevur ein stórur spurningur verið, um tilfeingisgjald er ein felagsútreiðsla, tá manningin skal avroknast.

 

Reiðarar hava víst á, at eftir sáttmálanum eru øll almenn avgjøld loyvdur frádráttur.

 

- Fiskimannafelagið hevur ført eitt gerðarættarmál um hendan spurning, staðfestir Eyðstein Djurhuus.

 

Í hesum føri snúði málið seg um, antin uppboðssølugjaldið fyri makrelkvotu í 2011 var loyvt sum felagsútreiðsla.

 

- Gerðarrætturin gav ikki Fiskimannafelagnum viðhald. Teir søgdu, at ongin ivi kundi verða um, at hetta gjaldið var ein felagsútreiðsla, sigur formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum.

 

Eyðstein Djurhuus sigur, at serliga avgjaldið á tvær krónur fyri kilo á avreiðingar til útlendsk móttøkuskip hevur gjørt, at tey skip sum ikki kunnu føra fiskin til lands fáa næstan einki burtur úr silda- og makrelveiðuni.

 

- Tað er ein sannroynd, at hesi móttøkuskip gera sær dælt av støðuni og trýsta prísin so nógv niður, sum møguligt, sigur Eyðstein Djurhuus.

 

- Tað ger støðuna ikki betur, at veiðan er skipað sum felagskvota, har hvørt skip fiskar til kvotan er uppi.

 

Næsta ár mugu antin eginkvotur, ella ein minstiprísur, ásetast, sigur hann.

 

- Tað kann ikki halda fram, at landskassin skúmar róman, samstundis sum skipini mugu ”forera fiskin burtur”, sum hann málber seg.