Fiskimenn rinda ov høgan skatt

Fiskmenn rinda nógv hægri skatt enn allir aðrir føroyingar, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum

Fiskimenn rinda nógv hægri skatt enn aðrir føroyingar.

 

Tað staðfestir Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.

 

Og tað er ein spurningur, felagaði  nú fer at taka upp.

 

Hann sigur, at serliga nú øll hava fingið flatskatt, er munurin á skattinum, ein fiskimaður rindar, og skattinum hjá øllum øðrum føroyngum, vorðin rættiliga sjónskur.

 

Í hesum sambandi eru nevndin og umsitingini Fiskimannafelagið nú farið undir eitt miðvíst arbeiði, útgreina skattligu viðurskiftini hja fiskimonnum.

 

Tá ið hann hugsar um skattin í hesum føri, hugsar hann ikki bara um vanligan inntøkuskatt.

 

- Skatturin hjá fiskimonnum er 36 prosent og hjá øllum øðrum føroyingurin er hann nú 40 prosent.

 

Men afturat tí skulu fiskimenn rinda alskyns gjøld, og sum eisini er skattur í veruleikanum.

 

 - Í grundini vita vit ikki, hvussu høgan skatt, fiskimenn í veruleikanum rinda, sigur Jan Højgaard.

 

Í hesum sambandi nevnir hann gjaldið til Trygdargrunnin, ALS, oljugajald, dupult húsarhald og annað.

 

- Og oman á at hava vit so eisini fingið eitt tilfeingisgjald, sum eisini er ein skattur, tí ið síðsta enda verður eisini tað tikið av hjá fiskimonnum, staðfestir Jan Højgaard.

 

- Tilsamans kann snilt vera upp ímóti 60 prosentum av inntøkuni, sum fiskimenn rinda í skatti.

 

Jan Højgaard staðfestur, at ein partur av flotanum er rættiliga væl fyri, men ein stórur partur er rættiliga illa fyri.

 

Eitt, sum Jan Højgaard  hugsar um, at ístaðin fyri at rinda skatt og tilfeingisgjald í ”stóra pott”, sum hann málber seg, skal ein partur av skattinum hjá fiskimonnum setast í ein serligan grunn til eftirlønir til fiskimenn.

 

- Vit eru eftirbátar og tað hevur týdning at vit varpa ljós á hesi viðurskifti, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

 

Ein orsøk til, at Jan Højgaard heldur, at tað er neyðugt at varpa ljós á hesi viðurskifti er, at hann er sannførdur um, at hvørki politikikarar ella almenningur eru greið yvir, hvussu skattligu viðurskiftini hjá fiskimonnum eru.