Fiskimenn - Nú skal røkka og ikki støkka

Tíðargrein:

Í eina tíð hevur verið kjakast dúgliga um hvussu Føroya Fiskimannafelag skal rekast. Hvør fakfelagspolitikkurin hjá felagnum skal vera og í seinastuni hevur onkur roynt at sáða iva um kósina hjá núverandi leiðslu felagsins.

 

Søgan hjá fakfeløgum er helst tann flottasta í heimssøguni. Hon er søgan hjá teimum, sum bara høvdu sína arbeiðsmegi at selja, til ein støðugt meira industrialiseraðan heim, sum ógvuliga kategoriskt hevði býtt seg upp í kapitaláhugamál og fakfelagsáhugamál, har megin hjá arbeiðarum, fiskimonnum o.ø. var savnað í stríðnum fyri bestu materiellu úrtøkuni úr egnum verki, umframt øll tey sjálvsøgdu rættindi, sum tíðin, í menningini av vælferðarsamfelagnum, síðani hevur havt við sær.

 

Var ongin politisk tjóðaskaparrørsla var ongin sjálvsvirðing og ongin framsókn. Var útlendski monopolhandilin ikki avtikin, var ongin vinna og vóru fakfeløgini ikki, vóru Føroyar eitt klassasamfelag, sum hevði liðað seg úr spónalagnum av sjálvsøgdu og vaksandi tvístøðuni hjá ymisku áhugamálunum – veikari og sterkari.

 

Í 2011 vera tað hundrað ár síðani gøtumenn tóku stig til at skipa Føroya Fiskimannafelag. Hetta var ongin tilvild. Hvussu samfelagspolitiskt hesir menn vóru tilvitaðir, vita vit ikki, men sanføringin um, at felagsskapurin var besta amboðið, fyri at røkka frægastu úrslitum, tá tað galt rættvísa býtið, av tí sum fiskað varð, mundi vera drívmegin.

 

Síðani hava nógvir mans dugnað felagnum, undir ógvuliga skiftandi umstøðum hjá føroyskari fiskivinnu og føroyskum fiskimonnum. Stór virðing hevur staðið um felagið, tess stjórnir og tess formenn. Í mannaeygum hevur tað líkst einum ótakandi skansa.

 

Hesi sløku hundrað árini eru ivaleyst mong mistøkini gjørd, og á sama hátt sum aðrastaðni, eru helst mangar bakbitsroyndir gjørdar móti felagsins áhugamálum. Klassiskir kílar, sum hentir idiotar hjá mótpartinum hava roynt at sindrað felagið við. Hesum ágangi hevur felagið megnað at staðið ímóti. Samanumtikið hevur tó støðug menning verið.

 

Í eina tíð hevur aftur verið roynt at søkja at vunnu rættindum felagsins. Tað er ikki ókent, heldur er tað gerandisdagur, at fakfeløg koma undir trýst, vanliga megnar samanhaldið at ripa okið av sær, men hesaferð tykist tað, sum partar av felagnum eru farnir at skelva í knøunum av tí trýsti, sum reiðaraáhugamál hava lagt á tað.

 

Menn tosa í ramasta álvara um at skipa eitt nýtt fiskimannafelag, í hesum føri í Norðoyggjum, fyri at samráða seg til verri sáttmálar enn teir nú hava. Hetta mann vera heimsmet í fákunnu og undirbrotligheit, og gera hesir menn álvara av sínum hugsanum og ætlanum, gerst tað størsta afturstig hjá føroyskari fakfelagsrørslu í hundrað ár.

 

Tað ringasta er, at destruktiva hugsanin tykist hava flutt seg inn í stjórn felagsins, har menn í ramasta álvara ætla at ganga ímóti áhugamálum og vunnu rættindum fiskimanna.

 

Tað er ongin loyna, at undirritaði stuðlaði øðrum valevni til formansvalið í Fiskimannafelagnum seinast, og onkuntíð havi eg ivast í, um retorikkurin hjá Jan hevur tænt felagsins áhugamálum, men ongin ivi skal vera um, at fakfelagspolitiska kósin hjá núverandi formanni er snórabein. Hann heldur fast um vunnin rættindi ígjøgnum hundrað ár, og tað skal hann gera, og hartil eigur stjórnin at standa honum treystliga við lið. Nú ræður um, ikki at hátta sær sum skinklandi rossleypar.

 

Stutttíðaráhugamálini hjá føroyskum ella kanska útlendskum investorum skulu undir ongum umstøðum hótta samanhaldið og harvið sterku støðuna hjá Føroya Fiskimannafelag. Dámar monnum betri roykin í bakarínum hjá úrvaldum reiðarum, enn tí, í teirra egna felagsskapi, eiga teir við sjógv á baki at forláta sínar ábyrgdarsessir í felag okkara, áðrenn hóttafall kemur á skansan.

 

Nú skal røkka og ikki støkka. Nú ræður um saman at standa.