- Fiskimenn hava lága eftirløn, og tí leggja vit dent á at fáa hana upp á eitt støði, sum gevur teimum góðar fíggjarligar karmar, tá ið teir gevast at sigla Í gjár hildu trý feløg, sum umboða fiskimenn og siglandi, sínar árligu fundir í Norðurlandahúsinum.
Føroya Fiskimannafelag helt landsfund, og Føroya Skipara-og Navigatørfelag helt aðalfund. Aftrat hesum báðum feløgum, helt felagið Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eisini sín aðalfund í gjár.
Vit fara í døgunum sum koma at venda aftur til hesar fundir á Portalinum.
Eitt av málunum, sum formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, nam við í síni ársfrágreiðing var eftirlønin.
- Fiskimenn hava lága eftirløn, og tí leggja vit dent á at fáa hana upp á eitt støði, sum gevur fiskimonnum góðar fíggjarligar karmar, tá ið teir gevast at sigla eftir eitt langt og strævið arbeiðslív.
Jan segði, at tær 52 krónurnar, sum ein fiskimaður fær sum kapitalpensjón fyri hvønn virknan dag, er einans ein fjórðingur av tí, sum ein nøktandi eftirløn eigur at verða.
- Vanligt er nógvastaðni, at arbeiðsgevarar gjalda 2/3 av eftirlønini, meðan starvsfólk gjalda 1/3. Sum støðan er nú, gjalda reiðarar 30 krónur og fiskimenn 22 krónur av 52 krónum fyri hvønn virknan dag.
Formaðurin vísti á, at Sjómannadeildin hjá Føroya Fiskimannafelag hevur ta skipan, at limirnir fáa 5% av lønini í eftirløn.
- Um vit skulu fylgja tilmælinum hjá Fíggjarmálaráðnum, skulu limirnir í deildini upp á 12-15% av lønini. So, her er nakað eftir á mál enn, segði Jan Højgaard.










