Minstalønin hjá fiskimonnum minkar nú 200 krónur um dagin.
Tað er avleiðingin, nú ein nýggj kunngerð um minstuløn er komin í gildi.
Tann fyrsta apríl setti stýrið fyri nýstovnaði Trygdargrunn Fiskivinnununar nýggja kunngerð í gildi, har bæði inntøkan hjá fiskimonnum og útróðrarmonnum verður skerd.
Í summum førum er skerjinin rættiliga stór.
Bæði reiðarar og manningarfeløgini hava umboð í stýrinum, men avgerðin um at broyta minstalønina og minstaforvinningin til útróðrarmenn, varð tikin av einum einmæltum stýri.
Sostatt hava bæði umboðini fyri Fiskimannafelagið og umboðið fyri útróðrarmenninar góðtikið broytingina.
Missa 200 krónur
Eftir broytingini, sum kom í gildi 1. apríl, er alt, sum eitur dagstudningur til fiskimenn avtikið.
Samstundis er ásett, at minstulønin er 700 krónur um dagin.
Hevði skipanin hildið fram óbroytt, hevði minstalønin verðið 900,16 krónur tann fyrsta mai, staðfestir Hanni Thomsen, virkandi stjóri í Trygdargrunni fiskivinnuna.
Sostatt missa fiskimenn góðar 200 krónur um dagin, tá ið ringast stendur til.
Hann sigur eisini, at áður fylgdi minstulønin við lønarbroytingunum hjá arbeiðsfólki á landi.
Tað merkir, at hvørja ferð arbeiðslønirnar á landi hækkaðu, hækkaði minstulønin eisini.
Men tann skipanin er eisini avtikin, so nú er minstulønin ásett til 700 krónur, sama, hvussu lønargongdin er á landi.
Nú er tað bara ein nýggj semja í stýrinum fyri Trygdargunnin, sum kann broyta minstulønina.
Hækka 130.000 krónur
Samstundis eru umstøðurnar hjá útróðrarmonnum eisini versnaðar og hjá summum útróðrarmonnum er talan um eina rættiliga stóra skerjing.
Minstiforvinningurin hjá útróðrarmonnum var beint omanfyri 11.000 krónur um mánaðin og tað er nú hækkað upp í 12.000 krónur.
Men treytirnar fyri at fáa minstuløn eru munandi herdar.
Higartil hevur ein útróðrarbátur skula avreitt fyri 70.000 krónur fyri hvønn tilmeldað fólk hesar seinastu seks mánaðirnar fyri at fólkið kann fáa minstaforvinning.
Nú er markið hækkað, so at nú skal útróðrarbátur hava avreitt fyri heilar 200.000 krónur fyri hvørt tilmeldað fólk hetta seinasta hálva árið.
Tvingað at skerja inntøkuna
Áki Bertholdsen
At minstalønin hjá fiskimonnum og minstaforvinningurin hjá útróðrarmonnum nú verður skerd, er ein avleiðing av, at samgongan ikki longur vildi, at landið skuldi rinda inntøkutrygdina longur.
Av tí sama varð skipanin løgd undir partarnar á arbeiðsmarknaðinum at umsita og rinda.
Men bæði reiðarar, Fiskimannafelagið og Meginfelag Útróðrarmanna, eru samd um, at landið læt alt ov lítið av pengum fylgja við tá ið manningarfeløgini fingu skipanina at umsita og tí hava tey ongan møguleika at fáa eina skipan á føtur, sum ber seg.
Manningarfeløgini staðfestu, at eitt alment innskot upp á 150 milliónir var neyðugt fyri at skipanin kundi koma fyri seg.
Men almenna innskotið varð bara ein triðing av tí.
Samstundis skulu ímillum eitt og tvey prosent av hvørjari avreiðing setast í grunnin.
Í løtuni fer eitt prosent í grunnin og semja er ikki í stýrinum um at hækka inngjaldið.
- Tað hava reiðarar sett seg ímóti, staðfestir Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.
Bjarging
Men spurningurin er, hvussu Fiskimannafelagið og Meginfelag Útróðrarmanna kunnu góðtaka eina skipan, sum ger umstøðurnar hjá teirra limum so nógv verri enn tær eru frammanundan.
Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, staðfestir, at sum er, knípur tað hjá stórum parti av flotanum at fáa endarnar at røkka saman, so tað er ikki rætta at leggja enn størri byrðar á hann.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at tað var neyðugt at skerja inntøkutrygdina fyri at grunnurin ikki skal verða tómur um stutta tíð.
- Hetta er ikki stuttligt og ikki við okkara góða vilja.
Teir eru allir tríggir samdir um, at grundin til, at sparingarnar eru settar í verk, er, at grunnurin hevur ikki nóg mikið av pengum og at verður inntøkutrygdin óbroytt, hevði hann verið tómur.
- Hetta er ein spurningur um at laga útgjaldið til inngjaldið, siga teir.
4 ár
Høvdu vit onki gjørt, hevði trygdargrunnurin verið tómur um fýra ár.
Tað staðfestir Auðunn Konráðssson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.
Hann sigur, at inntøkan, verður fiskiskapurin óbroyttur, fer grunnurin at hava eina inntøku upp á 15 milliónir um árið við tí inngjaldi, sum nú er.
Men samstundis er hevur miðal útreiðslan til inntøkutrygdina verið 26 milliónir um árið hesi seinnu árini.
Tað merkir, at gjørdu vit onki, hevði grunnurin verið tómur um fýra ár.
- Politiska skipanin blakaði okkum út. Samgongan blakaði inntøkutrygdina frá sær, men vildu ikki lata nóg mikið av pengum fylgja við.
- Vit staðfestu, at eitt stovnsfæ upp á 150 milliónir kravdist fyri at gunnurin skuldi koma fyri seg, men vit fingu bara 50 milliónir.
Hann sigur, at semja var ikki um at hækka inngjaldið, tí stórur partur av flotanum er so illa fyri.
- Tí var neyðugt at skerja útgjaldið fyri ikki at tøma grunnin, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna.
- Hetta var neyðugt fyri at bjarga grunninum, so at hann ikki fór á húsagang, longu áðrenn hann er byrjaður av álvara, leggur hann afturat.